Fiskivinnan meira - restin minni

Í februar vóru lønargjaldingarnar 18 prosent hægri í fiskivinnuni í mun til sama mánaða í fjør. Kortini vóru samlaðu lønargjaldingarnar 1,5 prosent minni. Hetta er áleið tað sama sum í januar.

Higartil í ár eru lønargjaldingarnar 12 prosent minni í byggivinnuni og 4,3 prosent minni í privatu tænastuvinnuni. Men meðan alt annað gongur aftur, er høvuðsvinnan við at fóta sær aftur. Í fiskivinnuni er nærum 8 prosent meira útgoldið í lønum higartil í ár.

Einging ivi er um, at tað er góði fiskiskapurin sum eigur stóra vøksturin.

Tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru hýrurnar góðar 96 milliónir krónur í mun til 83 milliónir í 2009.

Men meðan tað gongur uppeftir við vanliga fiskiskapinum, er vent í holuni hjá alivinnuni. Síðan 2006 hevur tað verið framgongd í alivinnuni, men higartil í ár eru lønirnar minkaðar 6 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.