Fiskivinnan dálkar

AV og á hava røddir verið frammi í almenna orðaskiftinum her á landi, sum hava torað at talað ?Róma? ímóti. Tvs. sum hava funnist at tí hugburði, sum fiskivinnan hevur til umhvørvið - til tilfeingisgrundarlagið

EIN teirra - John Smith, sáli - man vera tann, sum oftast tók til orðanna ella rættari treiv í pennin fyri at gera vart við tær negativu avleiðingar, sum fiskivinnan, tá hon ber seg skeivt at - hevur á umhørvið og harvið lívsgrundarlagið. Vit minnast, hvussu hann aftur og aftur vísti á, hvussu ávís veiðuútgerð fer við botninum. Vit minnast greinar hansara um at hava rætta hugburðin til tilfeingið og umstøður tess.


SAMI John Smith var fleiri ferðir innstillaður til at fáa virðisløn fyri sítt slóðbrótandi arbeiði á nettup hesum øki. Og hann var eisini um reppið at fáa hesa viðurkenning.


NÚ kemur so viðurkenningin - um enn ov seint - nú er OSPAR, sambart tíðindunum í útvarpinum í gjár, komið til ta niðurstøðu, at fiskivinnan dálkar og verður m.a. víst til, hvussu reiðskapur, sum verður drigin eftir botninum hevur skaðiligt árin á eitt nú korallir oa.


EINGIN ivi er um, at vit sum liva av tí havið gevur, eiga at geva hesum meira gætur. Vit hava so sanniliga eisini okkara ábyrgd av at halda havið reint.


Í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna áhugverdu greinarnar, sum ein fyrrverandi fiskasølumaður hevur skrivað her í blaðnum um nettup sama mál: hvussu vit sjálvi vísa ábyrgd fyri at varðveita eitt reint og sunt umhvørvi. Og her hevur so alingin ein týðandi leiklut eisini. Um somu tíð sum vit menna hesa vinnu, eiga vit eisini at fylgja við, hvussu økta framleiðslan dálkar og annars nervar viðkvæma umhvørvið.


UPPSKOTIÐ um at alivinnan, sum hevur góðar dagar, leggur ávisa upphædd av til nettupp umhvørivsvernd er áhugavert og vóna vit, at tað fæst eitt orðaskifti um hetta málið eins væl og tað, sum OSPAR í næstum fer at leggja fram á fundi sínum í Keypmannahavn.


NÚ oljuvinnan bankar uppá dyrnar eiga vit so sanniliga at vera á varðhaldi og tryggja okkum, at vinnan ber seg rætt og skynsamt at, hvat umhvørvinum viðvíkur. Tað kan kanska ljóða eitt sindur øvugt, men kanska vit sum fiskivinnutjóð hava nakað at læra av frá oljuvinnuni, tá tað ræður um umhvørvið.