Fiskivinna
Síðan skipini í felag góvust at fiska svartkjaft fyri umleið 14 døgum síðan, hevur eingin landing verið á ídnaðarvirkinum Havsbrún.
- Her hevur verið steindeytt, síðan skipini vóru inni og landaðu seinastu nøgdirnar av svartkjafti, sigur Roy Róin, sum starvast á virkinum í Fuglafirði.
Flestu skip eru á sild, sum verður landað til matna. Enn er sildin heldur rak, men sum frá líður fer hon at taka fiti til sín, og tá verður hon eisini bleytari.
Óvist við fiski
Í Fuglafirði vita tey ikki at siga, hvussu summarið verður, og tey vita heldur ikki, nær væntandi er, at virkið aftur fer at fáa rávøru av týdningi til sína framleiðslu av mjøli og lýsi.
- Vit vænta, at Norðborg, sum sker og frystir sild til matna umborð, fer at koma til lands um nakrar dagar við avskurðinum, sum plagar at enda á Havsbrún. Vanliga plagar skipið at landa eini 500-600 tons av avskurðum aðru hvørja viku ella so – alt eftir, hvussu sildafiskiskapurin er.
Roy vísir á, at mjølprísurin hevur verið lágur, men hinvegin er prísurin á lýsi rættiliga góður.
- Hvørki svartkjafturin ella sildin hava nakað serligt innihald av lýsi stutt eftir gýting um várið, og tað er ikki fyrr enn seint um summarið og um heystarnar, at fiskurin aftur gerst feitur við lutfalsliga høgum innihaldi av lýsi. Tað er serliga, meðan sildin er soltin, at prísurin til matna er lutfalsliga góður, sigur hann.
Ymiskar kvotur
Ein orsøk til, at nótaskipini herfyri góvust at fiska, er, at prísurin á svartkjafti til ídnað var lækkaður ein triðing í mun til prísirnar seinasta summar. Haraftrat var fiskiskapurin minkaður, og hetta saman við høgu oljuprísunum gjørdi, at reiðaríini metti, at veiðan ikki loysti seg.
Eini 15.000 tons eru eftir av føroysku felagskvotuni av svartkjafti, meðan sildin, sum skipini nú fiska, er býtt yvir hvørt skipið sær.
Ymiskt, hvussu stór sildakvotan hjá ymisku skipunum er, tað eru eisini tey, sum eiga meira enn ta einu kvotuna.
Tvey av skipunum, sum enn ikki eru farin á sild, men heldur hava valt at bíða, til sildin er vorðin feitari, eru Høgaberg og Fagraberg hjá Framherja. Hesi skip liggja framvegis á Fuglafirði, og reiðarin væntar ikki, at skipini fara at loysa fyribils.
Hini skipini eru flestu á sildaleiðunum norðarliga í íslendskum sjógvi.
Nøgd og prísur
Roy Róin vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at Havsbrún fer at fáa nakað av sild til ídnað, tá líður út á summarið og heystið.
- Høgu oljuprísirnir kunnu gera, at tað fer at loysa seg líka væl – og kanska betur - hjá skipunum at sigla til lands við størri nøgdum av sild til ídnað enn at sigla við smærri nøgdum til matna á markaðin, sum liggur longur burturi. Haraftrat kemur, at útlit eisini eru til hægri ídnaðarprís, tá innihaldið av lýsi í sildini sum frá líður verður størri.
Í fjør keypti Havsbrún bert smáar nøgdir av sild til ídnað, og hetta hekk eisini saman við, at Noreg aftur gav føroyskum skipum loyvi at landa sild til matna í Noreg, eftir at stríð hevði verið um býtið av norðhavssildini.
- Tað er ógvuliga torført at meta um, hvussu verður seinni í summar og til heystar, tí hetta veldst sjálvsagt eisini um, hvør prísurin á sildini til matna – og til ídnað - verður. Alt er ein spurningur um útboð og eftirspurning. Verður útboðið stórt, samstundis sum sildin gerst bleytari, tá hon fitnar, er hugsandi, at prísirnir fyri matsild fara at fella, samstundis sum prísirnir til ídnað kanska fara at kvinka uppeftir.
Fiskur og landbúnaður
Roy vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at høgu lýsiprísirnir og høgu oljuprísirnir fara at føra nøkur skip til Fuglafjarðar, sum summarið líður.
- Rapsolja, sum bæði verður brúkt í matframleiðslu, lýsitablettum og til drívmegi av motorum, er mangulvøra á marknaðinum, og tí er lýsiprísurin høgur og uppeftirgangandi. Hinvegin er mjølprísurin lágur, og ein orsøkin er, at eitt nú soya og mais verða blandað upp í fóðurið til alivinnuna, sum aftur minkar um eftirspurningin eftir fóðuri úr fiski. Blandingin hevur til endamáls at gera fóðurið bíligari, sigur Roy Róin.
Vit kunnu soleiðis staðfesta, at tilfeingið úr havinum og grøðin úr jørðini á ein hátt kappast á somu marknaðum.