Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland

Hetta er 23. ferð at Føroyar og Russland gera fiskivinnuavtalu.

Fiskivinnusamráðingarnar millum Russland og Føroyar eru í Tórshavn í hesum døgum. Partarnir komu seinnapartin ásamt um fiskivinnusáttmálan fyri 2000, sum verður undirskrivaður í Kirkjubø í kvøld.

Grundað á sínámillum semju millum Noreg og Russland um fiskiveiði í Barentshavinum í 2000 lækkar MLV?ið av toski við 18,8% frá 480.000 tons í 1999 til 390.000 tons í 2000, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 59.000 tons niður í 55.200 tons. Russiski parturin av triðjalandskvotuni er 16.600 tons av toski. Hýsu-heildarkvotan lækkar frá 78.000 í 1999 til 62.000 tons í 2000. Ein niðurskurður uppá 20,5%. Triðjalandskvotan av hýsu er lækkað úr 4.000 tons í 1999 niður í 3.200 tons í 2000, harav russiski parturin er 1.280 tons av hýsu. Lodnuveiða veður loyvd í 2000 og verður heildarveiðan sett til 435.000 tons, sum eisini fevnir um triðjalond við 15.000 tonsum í 2000 í øllum Barentshavinum.

Føroyar kundu í 1999 veiða í russiskum sjógvi: 11.000 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 2.500 tons av flatfiski og 3000 tons av rækjum.

Russisk skip kundu í 1999 veiða 129.000 tons av svartkjafti (íroknað 15-15,5% makrel og 3% av sild sum hjáveiða) í føroyskum sjógvi. Haraftrat kunnu russisk skip hava royndarveiðu á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu.

Semjan millum partarnar hevur nú við sær, at í 2000 kunnu føroysk veiða í russiskum sjógvi: 8.2000 tons av toski, 800 tons av húsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Haraftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu verða fiskað í norskum sjógvi.

Russisk skip kunnu í 2000 veiða í føroyskum sjógvi 105.000 tons av svartkjafti íroknað 3% av sild. Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiðu á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu.

Makrelveiðan hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi er skorin munandi niður frá 18.000 niður til eina kvotu uppá 10.000 tons av makreli.

Makrelspurningurin hevði frammanundan elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES og Føroyar og Noreg. Eftir at strandalondini ES, Føroyar og Noreg gjørdu semju hin 19. november í ár í Brússel er føroyski parturin av heildarkvotuni nú 30.000 tons og NEAFC hevur ásett mest loyvdu veiðu í altjóða økinum til 50.000 tons. Russland er ikki partur í hesi semju.

Føroyar og Russland hava haraftrat gjørt avtalu um meira samstarv við toskakeypi í Barentshavinum og Eystursjónum umframt framhaldandi samstarv í føroyskum sjógvi. Eisini hava partarnir avtala at kann amøguleikan fyri nærri samstarvi um rækjur í stillahavinum (Kamsjatka) og á NAFO økinum (Flemish Cape).

Hetta er 23. ferð at Føroyar og Russland gera fiskivinnuavtalu.