Fiskiskip og virki skulu miðsavnast í 4-5 feløg

MIÐSAVNING Bæði fiskiskip og virki fara at verða miðsavnað í nøkur fá, sterk feløg, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum

- Í Framtíðini fara tað at verða eini fýra ella fimm stór fiskavirki eftir í landinum.
Og samstundis fer allur fiskiflotin at verða miðsavnaður í eini fýra ella fimm stór feløg
Tað er ein boðskapur hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og formanni Sambandsfloksins.
Á landsfundinum hjá flokkinum í Fámjin leygardagin, boðaði hann frá stórum og víðfevndum broytingum í okkara fiskivinnu.

Nógv harðari treytir
Í hesum sambandi staðfestir løgmaður og formaður Sambandsfloksins, at framyvir fara treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi, at verða munandi herdar.
Í hesum sambandi verður tað eitt krav, at allur fiskur skal um føroyskan kaikant.
Her hugsar hann um alt tað, føroyingar fiska, bæði tað, vit fiska undir Føroyum og tað, vit fiska í Barentshavinum og á øðrum mið- og fjarleiðum.
- Hetta verður sjálvandi ikki galdandi fyri tað, vit fiska í Kyrrahavi, ella onkra aðrastaðni hinumegin jørðina. Men tað verður galdandi fyri alt, vit fiska her um leiðir, sigur hann.
Allur fiskur eigur at landast um føroyskan keikant fyri at skapa virðis¬øking í vinnuni.
- Ein treyt fyri at fáa brúksrætt til fiskatilfeingi í framtíðini, verður at allur “matur” verður tikin til lands, staðfesti hann.
Hann sigur, at hetta verður eitt krav fyri at skapa virðisøking í Føroyum.
- Endamálið við hesum er at stuðla uppundir okkara yvirskipaðu ætlan um, at okkara matvøruvirki í fiskivinnuni og alivinnuni, fáa nóg mikið av rávøru til høldar, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta fer at skapaa arbeiðspláss, búskaparvøkstur og har¬umframt fer tað at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum.
Hinvegin kemur løgmaður í hesum sambandi ikki inn á spurningin um fiskurin samstndis skal umvegis uppboðssøluna.
- Tað er ein annar spurningur, men tað kann vera torført at tvinga reiðarar at selja fisk umvegis eina ávísa skipan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Ongi rullandi loyvi
Harafturat staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.
Hinvegin fara reiðarar at fáa ein brúksrætt til okkara fiskiríkidømi fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Tað fer at gera vinnuni tryggar karmar til íløgur og rakstur í eitt ávíst áramál
- Hesin brúksrættur skal í mista lagi vera galdandi í átta ár og í mesta lagi í 12 ár segði løgmaður og formaður Sambandsfloksins.
Hann gjørdi samstundis greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at reiðarar fáa rullandi brúksloyvi og at vinnan sostatt fær óavmarkaðan ognar- og ræðisrætt til okkara fiskatilfeingi.
Somuleiðis fer Sambandsflokkurin heldur ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðuloyvum.
- Hetta er tað sama sum at av¬hend¬a ognar- og ræðisrættin til bankarnar, leggur hann afturat.

Fá og sterk feløg
Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at skal tað bera til at røkka málinum, er neyð¬ugt at skipa fiskivinnuna í færri og sterkari feløg.
Her hugsar hann bæði um fiskavirki og um fiskiskipini yvir 15 tons.
- Hetta er tað, sum skal til, fyri at vit skulu verða fult kapp¬¬ingarfør við heimsins lond, bæði tá ið talan er um burðar¬¬dygga veiðu og kapp¬ingarførar virðisøkingareindir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Í hesum sambandi sigur hann, at ein kapp¬ingar¬¬før virðis¬økingareind kann vera antin skip ella virki, ella bæði.
Kaj Leo Holm Johannesen sær sostatt fyri sær, at framyvir verða tað bara eini fýra ella fimm stór matvøruvirki til botnfisk, uppsjóvarfisk og laks í Føroyum, ella kanska enntá færri.
Men hann ivast samstundis heldur ikki í, at tað fara at verða fleiri smá virki við serframleiðslum av ymsum slagi.
Samstundis sær hann fyri sær, at fiskiflotin eisini fer at verða miðsavnaður í fýra ella fimm stór reiðarí.
Her hugsar hann um skip yvir 15 ár.
Hann staðfestir, at ein miðsavning fer longu fram, sum er. Nógv halda, at hetta er eitt vandatekin, men tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, ikki.
- Ein kappingarfør fiskivinna bindur so ómetaliga stóran kapital, at tað slepst ikki undan eini miðsavning, sigur hann.
- Tað er gongdin í Íslandi, Noregi og ES og tað verður eisini gongdin her heima hjá okkum.
Hann hevur onga meining í, at hvar hesi feløgini fara at vera, men tað veldst um, hvat kapitalurin er.

LES EISINI GREININA: Fiskiskip og virki skulu miðsavnast í 4-5 feløg

LES EISINI GREININA: Vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi

LES EISINI GREINUNA: Loysingin hjá Føroyum leggjast í fastar karmar