Upprunaliga var Fiskivarði trolbátur, smíðaður í Íslandi. Men, fyri fáum árum síðan varð báturin umbygdur til línubát.
Tað er Fróði Ejdesgaard, ættaður úr Oyndarfirði, ið hevur ført bátin.
Tað eru Dánjal í Skálum, Bjarni Kass og Fróði Ejdesgaard, sum eiga Fiskivarða, ið hevur havt sítt besta ár í ár, síðan hann gjørdist línubátur.
Árið í ár er annað fulla árið, sum Fiskivarði hevur verið í vinnu sum línubátur, og gongdin higartil í ár hevur verið munandi betri enn í fjør.
- Fiskiskapurin hjá Fiskivarða í ár hevur verið í lagi, sigur reiðarin, Dánjal í Skálum, sum eisini er reiðari á Vesturbúgvanum og Skálafossi.