Tvey partrolarapør koma inn at landa í morgin, og seinni í vikuni kom nøkur pør aftrat.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at fiskiskapurin hjá partrolarunum er brúkiligur, og skipini royna á ymiskum leiðum.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. Ein kemur inn at landa í morgin, og hinir báðir koma seinni í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu og landar í Bretlandi.
Av smærru trolbátunum kemur ein inn at landa í morgin, og seinast í vikuni koma aðrir trolbátar, sum royna á landleiðini, inn at landa.