Árið í ár var ikki nakað serligt hjá skipum, sum fiskaðu botnfisk. Ein uppgerð há Hagstovuni vísir ár í fjør fiskaðu føroysk skip, tilsamans 47.800 tons av av ymsum sløgum av botnfiski, og tað eru 9.700 tons, ella 16,9 prosent minni enn í 2019.
Serliga illa gekk fiskiskapurin eftir toski, ti í fjør fingu skipini bara 9.435 tons av toski, og tað eru heili 53,5 prosent ella 10.856 tons minni enn í 2019. Fiskiskapurin eftir hýsu er eisini minkaður ein fjórðing, tí í fjør fingu skipini 6.320 tons av hýsu. Men tað gekk frægari við fiskiskapinum eftir upsa, tí í fjør fingu skipini 20.540 tons av hýsu og tað eru 1.685, ella 8,9 prosent, meiri enn í 2019.
Annars minkaði avreiðingarvirðið eisini, tí tað er tilsamans var tað 228 milliónir minni í fjør enn tað var í 2019, og tað er ein minking upp á 25 prosent.
Annars var fiskiskapurin eftir uppsjóvarfiski áleið tann sama í fjør, sum hon var í fyrrárið og avreiðingarvirðið er eisini áleið tað sama.