Fiskiskapur og stongdar havnir

Føroyskir myndugleikar vilja ikki góðtaka býtið av rækjukvotuni í umstrídda økinum, 3L í altjóða sjógvi á Grand Bank

Vitjan

Mikudagin var tíðindafundur í Tinganesi í samband við, at kanadiski sendiharrin í Keypmannahavn, Fredericka Gregory, er á vitjan í Føroyum. Tað vóru løgmaður, Jóannes Eidesgaard, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og sendiharrin, sum førdu orðið á fundinum.
Á vitjanini í Føroyum hevur málið um stongdu havnirnar í Kanada verið høvuðsumrøðuevni.
Føroyskir og kanadiskir myndugleikar eru ósamdir um føroysku rækjuveiðina í umstrídda økinum, 3L á Grand Bank, sum er altjóða sjógvur.
Føroyingar halda seg - søguliga - eiga størri veiðirættindi í økinum, enn okkum sambært NEAFC-býtinum eru tillutað, og tí vilja okkara myndugleikar ikki góðtaka býtið av rækjukvotuni.
Kanada hevur nú á øðrum sinni "svarað aftur" við at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum, sum tískil ikki sleppa at leggja veiðina upp har yviri.
Kanadisku havnirnar hava áður verið stongdar fyri okkara skipum, men myndugleikarnir har yviri avgjørdu umsíðir at lata havnirnar uppaftur, tá ið føroysku myndugleikarnir tóku rækjuskipini av aftur øki 3L.
Í fjør heyst varð aftur roynt at finna semju í stríðnum um Grand Bank, men hetta eydnaðist ikki.
Tískil fóru føroysku skipini innaftur á leiðina at royna í endanum av seinasta ári, tá ið økið læt uppaftur eftir friðing.
Úrslitið er, at Kanada aftur hevur avgjørt at steingja sínar havnir fyri føroyingum.
Bæði løgmaður, Jóannes Eidesgaard og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, tykjast halda fast um, at føroyingar eru fyri vanbýti í altjóða sjógvi á Grand Bank ? og tískil eru smá útlit til, at kanadisku havnirnar verður lætnar uppaftur fyri føroyingum í bræði.