Fiskimenn skulu á val í vetur, tá formansval verður í Føroya Fiskimannafelag. Enn er tað ikki serliga nógvir valmøguleikar, tí higartil er sitandi formaður, Jan Højgaard, einasta valevni. Freistin at stilla upp til formansvalið er sett at vera fríggjadagin 4. desember á middegi.
Jan Højgaard hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag síðani hann vann formansvalið í januar 2007.
Sambært viðtøkunum, so er tað ikki bara ein og hvør, ið kann stilla upp til val. Tað eru bara sóknini, umframt manningin á teim skipum, ið eru burtur, ið kunna stilla fólk upp. Fyri at ein persónur kann stilla upp, skal viðkomandi hava stuðul frá trimum sóknum ella skipum.
Nýggja formansskeiðið í Fiskimannafelagnum byrjar 1. februar 2016.










