Fiskimenn skulu ikki rørast

Verður fiskimannafrádrátturin rørdur, soleiðis, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil, fara vit at seta tiltøk í verk við brestin og ein avleiðing kann verða, at flotin verður lagdur

Verður skattalættin hjá fiskimonnum skerdur, fara vit at seta tiltøk í verk við brestin.

Tað staðfestir Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Á miðdegi fríggjadagin staðfesti Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum í Útvarpinum, at hann fer at mæla samgonguni til at lækka skattafrádráttin hjá fiskimonnum.

Men tað fer Fiskimannafelagið undir ongum umstøðum at góðtaka.

- Hvørji tiltøk, vit fara at seta í verk, ber ikki til at siga nú, tí tað mugu vit tosa um. Men tað kann so væl henda, at flotin verður lagdur, sigur hann.

Hann leggur kortini afturat, at hann bæði vónar og væntar, at politisku kreftirnar í samgonguni, sum hugsa um trivnaðin og korini hjá fiskimonnum, eru so mikið sterkar, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, verður kvald í føðingini.

- Men skuldi tað hent, at hann fær undirtøku, fara vit at svara aftur við brestin, endurtekur hann.


Flýggja av landinum

Hann sigur, at tað gongur so strilti at manna fiskiskipini, at verður frádrátturin skerdur, fer tað at vera ein stórur trupulleiki hjá flotanum.

Hann ivast ikki í, at verður frádrátturin skerdur, fer at tað verða ein alvorligur trupulleiki at manna skipini.

Fiskimenn fáa nógv beri sømdir í øllum okkara grannalondum og tí leita okkara fiskimenn í stórum tali við útlendskum skipum.

- So verða umstøðurnar í Føroyum skerdar, fara fiskimenn at flýggja av landinum og tað verður til óbótaligan skaða fyri okkara høvuðsvinnu.

Hann sigur, at tað eru serliga teir royndu menninir, sum fara.

- Hetta er ein stórur trupulleiki, tí tað tekur eini sjey ár at útbúgva ein fullkønan trolmann. Tí stendur eisini á hjá skipunum at fáa roynt fólk. Hinvegin er roynt fólk ein fortreyt fyri at vit kunnu varðveita okkara høvuðsvinnu sum eina sterka vinnu.


Skerji heldur á landi

Hann mælir heldur til, at virksemið á landið verður skert, so at tað verður lættari at fáa manning til skipini, so at okkara høvuðsvinna ikki verður amputerað, tí so fer tað at raka alt landið.

- Tað er ikki í fiskiflotanum, at búskapurin er ov heitur. Tað er tað nógva virksemið á landið, sum er í ferð við at hita búskapin so nógv, at vandi er fyri, at hann kollsiglur.

Men arbeiðið á landið er ikki líka umráðandi sum arbeiðið í okkara høvuðsvinnu. Tí mæli eg til, at virksemið á landið verður skert, so at tað verður lættari at fáa fólk til skipini.

Í hesum sambandi mælir hann til, at ætlanin at gera Stórutjørn verður steðgað, tí tað er ein so stór verkætlan, at tað er til stóran vanda fyri okkara búskap, nú hann er so heitur frammanundan.

- Verður virksemið á landið skert, sleppa vit eisini undan at innflyta útlendska arbeiðsmegi, tí tað kann verða til stóran skaða.

- Úr okkara grannalondum vita vit, at tað er so skjótt, at hetta kann enda við tí, sum líkist trælahandli og tað eiga vit ikki at lata um okkum ganga í Føroyum. Tí eiga vit ikki at fáa ov nógv fremmanda arbeiðsmegi, men heldur at minka virksemið, so at vit klára okkum við okkara egna fólk.