Fiskimenn skulu hava fasta løn

Manningarnar á føroyskum fiskiskipum eiga at fáa fasta løn, heldur Maskinmeistarafelagið, men tað gongur illa at halda lyftini, sum vórðu givin fyri einum hálvum ári síðani

Manningarnar á føroyskum fiskiskipum, eiga at fáa fasta løn.

Tað heldur Føroya Maskinmeistarafelag.

Páll Hansen, formaður í felagnum, sigur, at tað er neyðugt at hugsa nýtt og tað er neyðugt at hugsa kollveltandi í eini roynd at hjálpa fiskivinnuni eitt lítið sindur at koma burtur úr naggatódnini, hon er komin í.

Tað hildu Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið eisini fyri einum hálvum ári síðani, tá ið Fiskimannafelagið fór í verkfall fyri at fáa ein betri sáttmála.

Tá avtalaðu partarnir, at viðgera sáttmálarnar av nýggjum við tí endamáli at fáa heilt nýggjar sáttmálar og miðað skuldi verið eftir at fáa hini bæði manningarfeløgini, Skipara-og navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið við í tað arbeiðið.

Mett verður, at sáttmálarnir, sum nú eru arbeitt eftir, eru stirvnir og ótíðarhóskandi og tí verður neyðugt at kollvelta alla skipanina sum hon er og at byggja nýggjar sáttmálar upp frá grundini.

Ein arbeiðsbólkur skuldi setast at gera arbeiðið og farast skuldi til verka beinanvegin. Longu 1. apríl skuldi arbeiðsbólkurin handa Reiðarafelagnum og manningarfeløgunum eitt uppskot til ein arbeiðssetning og eina tíðarætlan fyri arbeiðnum at tilevna nýggjan sáttmála.


Ongin vilji

Men nú vit eru komin heilt í juni mánað, má staðfestast, at hetta arbeiði er akkurát ongan veg komin.

- Hóast tað nú er eitt hálvt ár síðani, at hendan avtalan varð gjørd, gongur ómetaliga strilti at fáa gongd á, staðfestir Páll Hansen.

Feløgini løgdu annars bragdliga út og stutt eftir at sáttmálin varð undirskrivaður beint eftir nýggjár, vóru tveir fundir ímillum Reiðarafelagið og manningarfeløgini.

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum sigur, at ongin fundur hevur verið um spurningin síðani í mars mánaði, ella í næstan tríggjar mánaðir.

Eftir hansara tykki er tað Reiðarafelagið, sum mest liggur í buktini.

- Eg haldi ikki at nakar veruligir vilji er til at fáa gongd á hetta arbeiðið.

Páll Hansen sigur, at seinastu tíðina hevur alt orðaskifti snúð seg um dýra olju og alt annað er mestsum druknað í tí.


Føst løn til sjómenn

Men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur framvegis, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at fáa sáttmálaviðurskiftini í rættlag.

Og eftir hansara tykki er neyðugt at gera heilt nýggjar sáttmálar.

- Tað nyttar onki at pjøssa upp á gamlar sáttmálar, tá ið tað er rótviðgerð, sum krevst.

Hann sigur, at Maskinmeistarafelagið hevur lagt eitt uppskot fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið um at manningarnar á fiskiskipunum verða fastløntar.

- Men gongst tað skipunum væl, eigur tað at kasta eitt prosentbýti av sær afturat til manningarnar.

Páll Hansen sigur, at hetta var ætlað sum eitt upplegg til eina heilt nýggja skipan og sum Maskinmeistarafelagið hevur lagt fyri partarnar.

- Men tíverri er sær út til, at alt prát um sáttmálarnar er dottið burtur og tað halda vit er stórt spell, sigur Páll Hansen.

Og innast inni viðgongur hann, at hann ivast í veruliga viljanum hjá Reiðarafelagnum at viðgera málið yvirhøvur.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Reiðarafelagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.