Fiskimenn og reiðarar bresta saman

Sáttmálakrøvini hjá ávikavist fiskimonnum og reiðarum eru nú handað hvørjum øðrum, og samráðingarnar byrja mánadagin.

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag handaðu í gjár hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála at fáa gildi afturvirkandi frá 1. januar í ár.

 

- Næsti fundur, sum verður fyrsti veruligi samráðingarfundur, er avtalaður til mánadagin í næstu viku.

 

Føroya Fiskimannafelag veit at siga, at samráðingarnar millum feløgini bæði vórðu útsettar til nú, tí Reiðarafelagið hevur tikið lut í samráðingunum um millumlanda fiskivinnuavtalurnar.

 

Á myndini, sum Føroya Fiskimannafelag eigur, eru (standandi) Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum handa hvørjum øðrum krøvini. 

 

Við borðið (vinstru megin) sita Dánjal Johansen, formaður í Felagnum Ídnaðarskip, Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag og Jóhan Joensen, formaður í Felagnum Rækjuskip.

 

Høgrumegin borðið sita Axel Hansen (næstan fjaldur), Mortan Berjastein og Sámal Poulsen, sum ávikavist eru nevndarlimir og næstformaður í Føroya Fiskimannafelag.