Fiskimenn fegnast um framstigini

- Tað gongur rætta vegin við at betra um trivnaðin umborð, men hetta er nakað, sum tekur tíð, sigur Karl Isaksen, stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Landsfundur 
Umleið 120-125 mans vóru møttir á landsfundi Føroya Fiskimannafelags, tá ið fundurin varð settur av formanni felagsins, Óla Jacobsen, seinasta mánamorgun.                   
  Okkurt árið vóru fiskimenninir fleiri í tali, men teir hava eisini verið færri. Undirtøkan í ár er sostatt umleið miðal.
  Í mong ár hevur Fiskimannafelagið hildið sín árliga landsfund millum jóla-og nýggjárshøgtiðina, tí hetta er tíðin, tá ið flestu fiskimenn eru heima.

Trygd og trivni

Tað var serliga felagið, Fiskimannakonur, sum fyri fleiri árum síðan setti dagsskránna um trygd og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipum. Hetta felag hevur virkað í neyvum samstarvi við FF, men seinnu árini hevur líkasum minni lív verið í felagnum.
  Kanska er tað soleiðis, at fiskimenn í tí dagliga hava hugsað minni um trygdina umborð enn konurnar ella familjan, sum sita heima.
  Í øllum førum er kikarin við tíðini settur meira á hesi viðurskifti, og á landsfundinum í ár gjørdi Føroya Fiskimannafelag nógv burtur úr hesum evni.

Rætti vegurin

- Vit hava sett kikaran á hesi viðurskifti. Her gongur rætta vegin, men hetta er nakað, sum tekur tíð. Fiskimenn fegnast um tey framstig, sum eru hend, har skip eru umbygd, og manningarumstøðurnar eru betraðar. Einstøk nýggj skip eru eisini komin í flotan, og onnur góð skip eru keypt úr útlandinum.
  Soleiðis segði Karl Isaksen, sum er ein av sýsluformonnum FF's, við Sosialin í døgurðasteðginum mánadagin, tá ið landsfundurin varð hildin í Norðurlandahúsinum.
  Gesturin á landsfundi FF's hendan dagin var Óli Hans Hammer Olsen, sum er stjóri á Skipasýninum.
  Eftir døgurðasteðgin røddi hann um trygd og trivnað hjá sjófólki okkara og legði upp til kjak um evnið.

Eitt gott ár

Á landsfundinum kundu stjórn og fiskimenn eisini fegnast um positivu gongdina hjá flest øllum veiðibólkum, tí árið 2002 er sum heild eitt tað besta hjá fiskiflotanum í skjótt 100 ára gomlu søgu felagsins.
  Ísfiskavinnan hevur ongantíð havt tað betur, og væl hevur gingist hjá nótaflotanum - um enn ikki eins væl, sum árið fyri, ið var eitt framúr gott ár.
  Tann skipabólkur, sum hevur tað tyngst, er rækjuflotin, men eisini hann hevur megnað at hórað undan.