Fiskimannafelagið stevnt reiðaríi

Rætturin skal taka støðu til, um nakrir menn á ídnaðartrolaranum Carlton fingu ov lítla hýru Reiðaríið hjá Carlton royndi at fáa manningina at ganga við til býtisprosentið 23 ístaðin fyri 27 prosent, sum sáttmálin sigur. Reiðarin segði seg hava eina avtalu við manningina, men hesum hevur manningin alla tíðina víst aftur.

Útvarpið hjá Kringvarpinum veit at siga, at Fiskimannafelagið hevur nú stevnt reiðarínum eftir teimum umleið 1,3 miljónunum, sum menninir eiga tilgóðar. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum sigur við Kringvarpið, at málið er latið rættinum, og tað ferðast millum partarnar.

Hanus Hansen, reiðari, sigur, at verður reiðaríið dømt at gjalda, verður peningurin goldin monnunum.

Kelda: Kringvarp Føroya