Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur (NAFMC) hevur verið á Malta 16-17. juli, og hetta var 20. ferð, at fundur var millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.
Hesaferð var tað ES við Karmenu Vella, nýggja evropanevndarliminum í fiskivinnumálum, sum var vertur á Malta, sum er heimstaðurin hjá Karmenu Vella.
Londini, sum luttóku, vóru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Kanada, Noreg og Russland.
Høvuðsevnið á fundinum var: “Creating a dynamic Blue Economy in the North Atlantic”.
Luttakarar úr Føroyum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, Andras Kristiansen, deildarstjóri og Jákup Mørkøre, samskipari í Fiskivinnuroyndum.
Niðurstøðan á fundinum millum norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnar kann lesast um heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum - www.fisk.fo.