Fiskimaðurin, eitt hótt fólkaslag

   

Formaðurin í Búskaparráðnum er frammi við, at fiskimaðurin skal gjalda fyri at fara til arbeiðis,við tað at fiskidagarnir skulu seljast frá einum almennum fiskidagabanka.
Hettar ljóðar væl í oyrunum á alment løntum, sjálvandi skal fiskimaðurin gjalda, hann fær jú fiskiloyvi fyri onki frá landsstýrinum, so tað má vera tað allarminsta, pengarnir fyri fiskidagarnir kunnu so nýtast til nøkur alment arbeiðspláss afturat.
Veit formaðurin ikki, at fiskiloyvini og fiskidagarnir í dag verða seld saman við skipunum og sostatt ikki kunnu seljast einaferð afturat.
Sami formaður saman við Kristinu Háfoss, Annitu á Fríðriksmørk og Karsten Hansen vilja hava avtikið skattafrádráttin hjá fiskimonnum, hesir fiskimenn sum tjena alt ov nógv frammanundan, manglar bara at siga hjá hesum avriksfólkum.
Sami formaður í Búskaparráðnum fer til arbeiðis uttan at gjalda fyri tað, hvat við at hann skal gjalda fyri arbeiðisdagarnir, sum hann skal hava fyri árið í Búskaparráðnum, teir dagarnir vera nakað dýrir, um ein skal hýggja at eftirlønini hjá honum í forhold til fiskimannin, kanska Búskaparráðið eisini bleiv rikið meira effektivt, um tað bleiv útboðið, og fleiri skilagoðar loysnir blivu funnar, og at umtalan av fiskimanninum hevði meira innihald.
Eisini skal inntøkutrygdin hjá fiskimonnum skerjast sigur landsstýrið, flest øll onnur í samfelagnum hava eina ella aðra inntøkutrygd, men inntøkutrygdin hjá fiskimanninum sker so nógv í eyguni á fullveldislandsstýrinum, at hon helst má avtakast.
Føroyski fiskimaðurin er 6% av fólkatalinum í Føroyum, hesi 6% sum skapa flest virði í samfelagnum á einum arbeiðsplássi sum er frá Norðpol til Suðurpol, og oftani undir ómenniskaligum korum er blivin ein trupulleiki hjá lærda og alment ansetta fólkinum í Føroyum, undrunavert, tí onganstaðni í heiminum eiga 6% av fólkinum so stóran part av landsins fíggjarlóg, sum her í okra heimlandi Føroyum.
Sjálvur eri eg stoltur av at kunna siga, at eg eri ein partur av hesum 6%.