Fiskimálaráðið visti um flytingar av loyvum millum veiðibólkar

Frágreiðing frá Vørn staðfestir, at Fiskimálaráðið er vælvitandi um, at veiðiloyvir verða flutt frá línuskipu, yvir á størri skip

«Vørn skal eisini vísa á, at Fiskimálaráðið er væl vitandi um, at flytingar frá línuskipum á uppsjóvarskip fer fram»

 

Somikið bersøgin er frágreiðingin frá Vørn um málið við flyting av loyvum frá línuskipum yvir á ídnaðarskip. Frágreiðingin var latin landsstýrismanninum fríggjadagin.

 

Málið snýr seg um, at Næraberg og Slættaberg fiska svartkjaft av felagskvotuni, tó við veiðiloyvi frá línuskipum. Henda mannagongd hevur fyrr verið harliga átalað av millum annað sitandi fiskimálaráðharra, Høgna Hoydal, tá hann var tingmaður. Nú vísir tað seg tó, at sama mannagongd ger seg galdandi enn.

 

Vørn vísir á, at Fiskimálaráðið er vitandi um mannagondina. Til dømis var loyvt Næraberg og Slættaberg at royndarfiska eftir makreli í grønlendskum sjógvi á sumri 2016. Tá kravdi Fiskimálaráðið, at Slættaberg hevði veiðiloyvi áðrenn teir sluppu til Grønlands. Vørn flutti í tí sambandi fiskiloyvi frá línuskipinum Helenu yvir á Slættaberg. Vørn kunnaði Fiskimálaráðið um hesa mannagongd.

 

Eingin avmarking á reiðskap bindir Vørn

 

Við makrelkunngerðini í 2013 var skrivað, at allur makrelur, sum var útlutaður til línuskip, skuldi fiskast við húki. Hetta var ein forðing fyri, at veiðiloyvir blivu flutt frá línuskipum yvir á ídnaðar- og uppsjóvarskip.

 

Tá felagskvotan fyri svartkjaft var tillutað øllum at fiska í ár, var eingin avmarking á reiðskapi. Við tí hevði Vørn heldur onga heimild at nokta at flyta veiðiloyvi frá línuskipum yvir á Næraberg og Slættaberg.

 

Regluverkið ikki broytt enn

 

Løgtingsins umboðsmaður kom til eina niðurstøðu í 2014, sum segði, at tað var óheppin mannagond, at uppsjóvarskip og ídnaðarskip sluppu av fiska við veiðiloyvi frá línuskipum og at «tað er sera ivasamt, um landsstýrismaðurin hevur heimild til at undantaka línuskipini frá metingini av fiskiorku sambært grein 9 í kunngerðini um áseting av fiskiorku og mannagongdum».

 

Vørn vísir á, at tey tóku niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni til eftirtektar og noktaðu millum annað í januar 2015, at veiðiloyvið hjá línuskipinum Thomas Nygaard skuldi flytast yvir á Havbúgvan. Avgerðin bleiv kærd og 5. mars 2015 valdi Fiskimálaráðið avgerð um, at skúgva niðurstøðuna hjá Vørn til viks. Fiskimálaráðið grundgav við, at reglugerðin var enn ikki broytt, soleiðis at hon gekk niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni á møti og tí mettu tey tað verða hvørki rætt ella rímiligt, at broyta fyrisitingarliga venju inntil regluverkið var broytt.