Meðan Noreg hevur vent sær til Føroya um nýggjar samráðingar um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011, hevur Fiskimálaráðið einki hoyrt úr ES, sum Føroyar eisini hava havt sáttmála við.
Jacob Vestergaard sigur, at Noreg beinleiðis hevur vent sær til Fiskimálaráðið við ynski um nýggjar samráðingar og í brævi, sum komið er úr Noreg, er einki nevnt um makrelstríðið, sum er millum londini. Tískil væntar landsstýrismaðurin ikki, at Noreg enn einaferð fer at brúka makrelin sum jarnbrot í eini nýggjari sínámillum fiskiveiðiavtalu millum londini.
- Eg trúgvi, at ES-apparatið er tyngri og tekur longri tíð, og hetta kann vera orsøkin til, at vit enn einki hava hoyrt haðani um møguligar nýggjar samráðingar.
Jacob Vestergaard sigur, at føroyska samráðingarnevndin, sum fer at samráðast við Noreg um nýggja fiskiveiðiavtalu, fer ikki at lata stríðið um makrelin avgera úrslitið av samráðingunum.
- Um norðmenn vilja hava enn eina kunning um okkara støðu í spurninginum, fáa teir tað, men vit fara ikki at samráðast um hesi viðurskifti yvirhøvur, tí makrelur er ein spurningur, sum eigur at ganga fyri seg í strandalandahøpi.
Vit spurdu eisini Jacob Vestergaard, hví ES hóttir við at steingja sínar havnir fyri íslendskum skipum, sum hava makrel í lastini, tá einki ítøkiligt hevur verið at hoyrt um, at ES møguliga ætlar at seta somu tiltøk í verk móti føroyskum skipum, nú Føroyar heldur ikki kundu semjast við ES og Noreg um makrelin.
- Sum eg nevndi, hava vit einki hoyrt úr ES, síðan samráðingarnar slitnaðu. Tað einasta, vit hoyra, er tað, sum fjølmiðlarnir siga, og tá eru tað serliga skotsk áhugamál, sum eru at síggja í miðlunum.
Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið ongar fráboðanir hevur fingið úr ES um, at felagsskapurin ætlar at sekta Føroyar ella føroysk skip fyri, at vit – eins og øll hini standalondini hava gjørt – fara at áseta okkara egnu makrelkvotu fyri 2011.