Fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi hittust

TÍÐINDASKRIV

Fiskimálastýrið

 

Tann sætti fundurin millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavinum verður hildin í Stenungsbaden í Svøríki í hesum døgum frá 28 til 30 mai 2001. Fiskimálaráðharrar úr Kanada, Íslandi, Føroyum og Noregi eru við á fundinum. Úr Russlandi luttekur formaðurin í fiskivinnunevndini og úr ES luttekur fiskivinnukommiserurin. Eisini luttaka embætisfólk á høgum stigi úr øllum londunum.

Á fundinum hesaferð vóru høvuðsevnini grønbókin hjá ES sum upplegg til nýggjan fiskivinnupolitikk, ætlanir um fiskivinnupolitikk í Russlandi, ein nýggj endamálsrættað fiskivinnustýring í Kanada og landingar í fremmandum havnum og útblaking av fiski sum heild.

Haraftrat hava ráðharrarnir viðgjørt broytingar, sum verða gjørdar í hvørjum landi sær, grundað á nýggjar stýringshættir, tá talan er um flølbroyttar fiskastovnar og vistskipan. Ráðharrarnir løgdu serliga dent á støðuga endurnýggjan av fiskastovnum og vistskipan, betri kanningar og neyvleika í ásetingini um fiskastovnar, betri medvitan frá fleiri tilfeingishavarum og betri eftirlit við fiskiskapi, niðurskurð í veiðiorku við atliti at tilfeinginum í sjónum, at størri dentur verður lagdur í búskaparligan burðardyggleika eisini hjá alivinnuni, fiskiskap við ábyrgd og at menna arbeiðið, sum verður gjørt í millumlanda felagsskapum og ?nevndum.

Fiskimálaráðharrarnir umrøddu mál av felags áhuga sum vaksandi handil við fiski og fiskavørum og avleiðingar á tilfeingið, herundir sambandi millum altjóða umhvørvismál og altjóða fiskiveiðiavtalur. Teir viðurkendu, at fyri vistskipanina í havinum er neyðugt at ansa fiskastovnum á einum burðardyggum støði eisini við atliti at øllum tilfeinginum, herundir hval og kóp.

Ráðharrarnir undirstrikaðu týdningin av, at settir verða upp málrættaðir stýringsformar, sum hava til endamál at tryggja burðardygga menning í fleiri stovnum í longri tíðarskeið, og at úrslitið verður í tráð við endamálini og fyri øll, sum starvast í fiskivinnuni.

Semja er um, at størri dentur má leggjast á at forða fyri, at fiskur fer fyri borð aftur, og tað, at ikki allur fiskur verður avreiddur. Útblaking fer fram, hóast nógv tiltøk verða gjørd til tess at forða hesum. Avgjørt varð at seta ein serfrøðingabólk at koma við einum tilmæli til komandi ársfund í 2002, sum verður í Russlandi.

Frá føroyskari síðu varð áherðsla løgd á, at fiskidagaskipanin hevur nógvar fyrimunir, og kann brúkast til tess at betra um nógvar av teimum trupulleikum, sum eru hjá hinum londunum, og til tess at stýra fiskiskapinum innanfyri egnu sjómørk. Víst var á, at tá tað snýr seg um stýring av fleiri fiskastovnum, so er eisini fiskidagaskipanin ein góð skipan. Til tess at verja fyri útblaking er fiskidagaskipanin væl betri hóskandi enn aðrar skipanir. Frá føroyskari síðu varð eisini gjørt vart við stýringina av ferðandi fiskastovnum, tí hóast tað verða ásett tilvísingarmørk og veiðiætlanir, so eru fleiri lond um at gera slíkar semjur og at ov stór veiðiorka er ein stórur trupulleiki hjá teimum flestu londunum. Eisini varð dentur lagdur á týdningin fyri tey veiðisamfeløg, sum búskaparliga bert hava fiskivinnu sum høvuðsvinnu og tað neyðuga í, at eisini hetta verður tikið við, tá tilvísingarmørk verða ásett.