Í síðstu viku gjørdi Fiskiveiðieftirlitið av at taka fiskiloyvi frá tveimum partrolarum, sum landaðu í Suðuroy. Skipini missa loyvi at fara til fiskiskap í 10 dagar, sum í hesum førinum var sektin fyri, at tey høvdu alt ov nógvan ungfisk uppi í veiðini.
Fólk av vaktar-og bjargingarskipinum Brimli møttu upp klokkan 06 á morgni at kanna veiðina hjá skipunum.
- Kanningin vísti, at onkran dag vóru fleiri enn 50% av veiðini upsi undir 55 sentimetrar, har hægst loyvda markið er 30% í tali.
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at skipini høvdu verið úti í sjey dagar, og høvdu tey í ávikavist tveir og tríggjar dagar veiði, har fleiri enn 30% av veiðini var ungfiskur.
Staðfestingin av, at partrolararnir høvdu so nógvan ungfisk í lastini, førdi eisini til, at Fiskiveiðieftirlitið avgjørdi at steingja eitt øki í eystara kanti av Sandoyarbankanum fyri trolveiði.
Fráboðanarskylda
Sambært kunngerð kunnu skip, sum ikki boða frá, tá ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini, missa fiskiloyvi.
Fiskiveiðieftirlitið vísir í hesum sambandi til grein 1, stk. 1 í kunngerð nr. 56 frá 26. mars í 1993, sum sigur, at ”skiparar á fiskiførum, ið reka fiskiskap á landleiðini, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um so er, at íblandingin av ungfiski í veiðu teirra av ávísum fiskasløgum er størri enn tað hámark, ið ásett verður sambært reglunum um heiti ungfiskur og hámark fyri íblanding av ungfiski...”
- Tað kemur alt ov ofta fyri, at skip ikki boða frá, at tey hava fingið ov stórt íbland av ungfiski, fyrrenn nógvar tímar og upp í samdøgur eftir, at skipið hevur hálað, liðugt er at draga – ella, tá talan er um snellu, tá liðugt er at fiska tann dagin, sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Fara at gera bart
Fiskiveiðieftirlitið hevur heimild at taka aftur fiskiloyvið, um skip bróta reglurnar um vernd av ungfiski.
- Vit fara tí framyvir at taka aftur fiskiloyvi frá skipum, sum ikki halda reglurnar um alt fyri eitt at boða eftirlitinum frá, um íblandingin av ungfiski av ávísum fiskasløgum er størri enn loyvda hámarkið.
Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at fráboðanir um ungfisk skulu sendast á vakt@fve.fo, brimil@fve.fo og tjaldrid@fve.fo
Eingi skipanøvn
Tá skip ella bátar verða tikin fyri ólógliga veiði, er vanligt, at upplýst verður, hvørji fiskifør talan er um. Men tá Sosialurin í morgun fregnaðist, um Fiskiveiðieftirlitið vildi upplýsa, hvørjir partrolararnir í Suðuroy eru, sum herfyri mistu fiskiloyvi í 10 dagar, vildu tey ikki upplýsa nøvnini á skipunum.
Í Suðuroy eru ikki so nógv partrolarapør, og suðuroyingar vita ivaleyst, hvørji skip hava ligið hesar seinastu dagarnar.