Fiskikapping í Vestmanna

Tíðindaskriv

 

Um viðrar, skipar Vestmanna Ítróttarfelag fyri fiskikapping í Vestmanna leygardagin 6. oktober. Kappingin verður fyriskipað í tveimum, soleiðis at byrjað verður ávikavist kl. 8:00 og kl. 12:00. Bátarnir verða aftur í seinasta lagi kl. 18:00.

Tikið verður móti øllum fiskasløgunum, og kappast verður tí bæði um stórstu nøgd og stórsta virði. Steyp og heiðursmerkir verða latin báti og monnum á nr. 1, 2 og 3 í hvørjari kapping, ávikasvist sum vinnarar av stórstu nøgd og vinnarar av hægsta virði.

Herumframt verður eisini fiskikapping fyri børnum á bryggjuni. Børnini verða býtt í 3 aldursbólkar. Heiðursmerkir verða latin teimum trimum, ið fiska mest. Børnini kappast frá kl. 15:00 til kl. 17:00.

Tað er Føroya Fiskavirking í Vestmanna, ið letur steyp og heiðursmerkir til kappingarnar.

Tilmeldingin til fiskikappingina fer fram á bryggjuni frammanfyri Fiskavirking áðrenn farið verður avstað. Børnini skulu eisini melda til kappingina á bryggjuni áðrenn byrjað verður.

Meðan bíða verður eftir endaliga úrslitinum, bjóðar VÍF til kaffi og pannikøkur í Undirhúsinum.