Fiskikapping fyri børn

Í annaðkvøld verður stór fiskikapping fyri børn á Kósabrúnni. Foreldur kunnu sjálvandi vera hjá børnunum, meðan fiskað verður, men tey hava bert loyvi at hjálpa, tá egnast skal, ella tá fiskur skal krøkjast av húkinum.

Børnini verða deild upp í fýra bólkar: Gentur og dreingir undir skúlaaldur - Gentur og dreingir í skúlaaldri. Øll fiska í senn.

Tá kappingin er liðug, skal fiskurin leggjast í stóra posan, og navnið á lutakaranum skrivast á seðil og leggjast í ein lítlan plastikk posa, sum síðani verður lagdur í stóra posan saman við fiskunum. Síðani verður posin lagdur har sum vektarmenn eru, meðan tey luttakandi fáa fáa sunkist og okkurt søtt aftur við.

Fiskikappingin byrjar fríggjadagin klokkan 18, og vinnararnir veðra heiðrarðir á stóra pallinum á Sjómannadegnum leygardagin. Tá er stórt morgunmatarborð, sum byrjar klokkan 10, og handanin av virðislønunum verður á leið klokkan 11.