Fiskifrøðilig ráðgeving førir okkum í avgrundina

Fiskimálaráðharrin hevur slett onga tiltrúgv til, at tað, sum ICES og Havstovan siga, fer at halda. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, er slett ikki samdur við Hjalta í Jákupsstovu, leiðara á Havstovuni gjøgnum mong ár, um burðardygga fiskiveiði.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað nyttar lítið við sonevndari burðardyggari fiskiveiði, um hetta samstundis førir til, at vit onga fiskiveiði hava sum grundarlag undir føroyska samfelagnum.

- Vit hava sæð, hvussu gongdin hevur verið við toskastovninum undir Íslandi, síðan Ísland fyri meiri enn 20 árum síðan fór at fylgja fiskifrøðiligum tilráðingum.

Jacob Vestergaard vísir á, at toskaveiðan undir Íslandi vanliga lá millum 400.000 og 500.000 tons, men síðan myndugleikarnir fóru at fylgja tilráðingunum, er kurvan gingin beint niður eftir.

- Fiskifrøðingar søgdu, at fylgdu íslendingar tilráðingunum, fór veiðan at gerast støðugari, sum árini gingu, men í dag veiða íslendingar bert umleið ein triðing av tí, teir gjørdu, áðrenn teir fóru at fylgja hesum tilráðingum.

Fiskimálaráðharrin hevur tí slett onga tiltrúgv til, at tað, sum ICES og Havstovan siga, fer at halda.

- Tað kann vera, at hýsuveiðan undir Føroyum kann sigast vera burðardygg, um okkara skip og bátar bert veiða nakrar hýsur á hvørjum ári, men hetta verður ikki burðardygt fyri fiskivinnusamfelagið Føroyar.

Hann vísir á, at fiskifrøðiliga ráðgevingin seinnu árini hevur sagt, at toskastovnurin undir Føroyum er so illa fyri, at ivasamt er, um hann kemur fyri seg aftur.

- Men nú bendir alt á, at toskurin veruliga er við at koma fyri seg aftur, sigur Jacob Vestergaard.