Kallið ein spaka fyri ein spaka! At avrokna ein fiskidag eftir brosmu fyri ein fiskidag eftir toski kann ikki geva einari heilari politiskari skipan meining, bert tí, at serfrøðin sigur, at roknistykkið er soleiðis samansett. Hetta roknistykki er ikki egna sum tilráðing um veiðuorkuna í verandi fiskidagaskipan, men kann bert nýtast til kvotaskipanir. Finnið eina loysn í fiskidagaskipanini, soleiðis at serfrøðin fær roknað brosmu og tosk hvør sær. Vit tosa um tillaging og ikki skerjing. Tað finnast aðrir hættir at stýra veiðuorkuna, enn ta ævigu drepandi skerjingina, ið politiska skipanin, enn einaferð, í ráðaloysi hevur tikið til sín.
Alt meðan serfrøðin kemur við sínari kronisku niðurstøðu um, at skerja fiskidagatalið, - grunda á eitt roknistykki, ið ikki er hóskandi til okkara fiskidagaskipan, - er vinnan tengd av einari politiskari skipan, ið ikki megnar annað, enn at lurta bókstavliga eftir hesum boðskapi, - og sum hjálparleys offur, loypa óvitandi í somu fellu ár um ár.
Lat tað ikki verða nøkrum ókunnugt, at botnfiskastovnarnir eru í einari undantaksstøðu í løtuni. Hetta er ikki av ov høgari veiðuorku. Tað eru ikki fiskifør, fiskidagatal ella av mannaávum, at hendan støðan er íkomin. Hevði roknistykkið - nýkomna vitanin - ið serfrøðin legði fram í 2009 verið álítandi, so høvdu teir bátar, ið eftir eru á grunnunum, fiskað upp undir lúkurnar í dag.
Tá bleiv staðfest og frágreitt, at verður fiskað minni fyri hvørt ár, verður meira at fáa. Eftir hagtølum hjá Fiskiveiðueftirlitinum sæst, at tað er júst tað, ið er farið fram á landgrunninum seinastu árini. Veiðuorkan er minka ár um ár. Eg tosi ikki um hvussu nógvir dagar eru tillutaðir, men hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir inni á landgrunninum (innaru leið). Við at samanbera veruligu veiðuorkuna við roknistykkið/staðfestingina hjá serfrøðini, hvat skerjing av fiskidøgum, ella minkandi veiðuorkan fór at geva av botnfiski, er tað sjónligt, at her er ongin samanhangur.
Serfrøðin heldur seg til altjóða avtalur, og vísindaligar rokningarhættir, ið gevur politisku skipanini trupulleikar. Vit tosa um orku og trýst. Politiska skipanin hevur ikki megnað annað, enn at skert fiskidagar. Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til truplu støðuna, ið heimaflotin er komin í. Hvør dagur og hvør løta er ein kampur, og krevur tí fullan politiskan uppbakning.
Vit hava í dag eitt skotti í fiskidagaskipanini, ið skilur landgrunnin í innaru og ytri leið. Hetta skotti átti at verði nýtt til at tillaga orkuna. Í einum truplum og mangan óskiljandi embætismannaveldi, kundu vit við tillagingum millum innaru og ytri leið fingið roknisktykkið um veiðutrýstið á stovnarnar at verið rættvíst og sambariligt eisini í ástøðiligum høpi. Við at skerja dagatalið, skerjir tú alla veiðu eftir: brosmu, longu, tosk, hýsu, upsa o. s. fr.. Við at tillaga markið og orkubýtið millum innaru og ytri leið, til eina effektiva og beinrakna lívfrøðiliga leiðreglu. Hevði politiska skipanin givið vinnuni og serfrøðini ein konstant at halda seg til, ið gevur meining bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga.
Vit vita øll, at tað er ikki ovurfisking, ið ger, at pisurnar hungra, og at føroyska sjóøkið er fult av makreli. Hetta er náttúran, ið flytur seg. Vónandi er dugur í politisku skipanini, soleiðis at hendan flytur seg við og ikki ímóti vistfrøðini, ið vit í alt ov stóran mun, vita ov lítið um.
Latið ikki eitt vísindaligt roknistykki um veiðutrýst, forkoma okkara fiskidagaskipan, ið hevur tey amboð, ið skulu til fyri at tillaga veiðuorkuna. Gevið vísindini skerjing av toski, ella tí fiskaslag, ið vísindin metir krevur skerjing! Endurtakið ikki árliga feilin við at skerja alt frá teimum, ið enn halda lív í og reka vinnu eftir botnfiski!
Fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi, og hetta var ein av grundhugsanunum í skipanini, - við innaru og ytri leið. Politiska skipanin eigur at halda seg til hesa ítøkiligu grundhugsjón, ið er staðfest í hagtølum. Hagtølini vísa týðiliga, at hetta er ein skipan, har veiðuorkan flytur seg. Við at tillaga í inniverandi skipan, har veiðuorkan verður flutt, ístaðin fyri at verða skerd, verður skipanin trygg.
Við einari tryggari skipan kann vinnan aftur nýta sína orku til tað, ið vinnan eigur at hugsa um, nevniliga inovatión, møguleikar og betran. Hetta átti, alt annað líka, givið serfrøðini greiðari og betri karmar, til at koma við tilráðing, ið hóskar seg til okkara fiskidagaskipan. Tøl har veiðuorka eftir ávísum fiskasløgum er nágreinilig og sonn, og ikki sum nú, har øll veiðuorka verður rørt saman í ein pott. Hendan sundurgreining, hevði loyst fíggjarliga trupulleikan og framtíðar óvissuna, ið vinnan týnist undir, av at fiskidagarnir verða skerdir ár um ár. Við slíkari tillaging av okkara veiðuorku, hevði serfrøðin verið borðreitt við tølum, ið kundu givið afturljóð í einari skilagóðari ráðgeving til okkara politisku skipan, soleiðis at tá toskurin skal verjast, so verður tað bert toskurin, ið verður vardur í veiðuorku, og ikki allur annar fiskur, ið svimur í okkara sjóøki.
Við hesum hevði Fiskifrøðin komi við tilráðing um veiðutrýst, tilskila á hvønn einstaka fiskastovn. Síðan hevði politiska skipanin ræði á, at flyta veiðuorkuna, soleiðis at samsvar var millum ástøðiligu og gerandis leiðreglurnar í okkara fiskidagaskipan. Á hendan hátt verða botnfiskastovnarnir tillagaðir hvør sær, og ikki sum nú, har vit síggja, at er ein stovnur hóttir so verður øll fiskidagaskipanin skerd.