Fiskidagaskipan við innbygdum veikleika

Fyri at fáa sum mest burtur úr fiskatilfeinginum undir Føroyum, er fiskidagaskipan sett í verk. Nógv verður tosað um, at fiskiskip verða effektivari við tíðini og tí skal fiskidagatalið lækka samsvarandi, so at støðið undir fiskidagaskipanini ikki verður máa burtur. Tað tykist sum fleiri halda, at gera vit hetta, so er alt gott. Hetta er ikki so

Breið semja tykist verða um, at rætt er hvørt ár at fiska umleið ein triðing av tí sum er til av toski, hýsu og upsa. Tá er tilgongd og vøkstur í hvørjum fiskastovni líka nógv sum tað ið tikið veður út og vit veiða lívfrøðiliga burðardygt.

Fyri hýsu og upsa tykist hetta at hava verið støðan, meðan umleið annarhvør toskur er fiskaður hvørt ár og tí er hesin stovnur minkaður samsvarandi og alt ov nógv.

Fiskidagaskipanin skilur ikki ímillum fiskasløg * tá eitt skip brúkar ein fiskidag, fiskar tað tey fiskasløg sum geva mest í pengum til skipið. Er prísurin á toski hægri enn á hýsu og upsa, loysir tað seg at fiska heldur meira tosk og minni av hýsu og upsa. Er munurin í fiskaprísi nóg stórur verður okkurt árið nógv meir enn ein triðingur av toskastovninum fiskaður, og kann henda, um fiskidagarnir fækka munandi, at minni enn triðingurin av hýsu og upsa verður fiskaður. Hetta er ikki skilagott og vil eg halda at hetta er stórsti veikleiki við føroysku fiskidagaskipanini.

Roynt hevur verið at friða økir har nógv er til av toski. Hetta er búskaparliga vánalig loysn, tí málið má verða at fáa fiskin so bíliga upp á land sum møguligt. Eisini hevur verið roynt at skerja tey skip mest, sum fiska mest av toski, men hetta forðar ikki øðrum skipum at leggja seg meira eftir toski.

Ein annar møguleiki er at leggja avgjald á tosk sum verður fiskaður Hetta hevði minkað um áhugan at fiskað tosk í mun til at fiska hýsu og upsa. Eisini hevði hetta viðført, at nakað av 'resourse-rentuni' kom til høldar, so sum fleiri halda verða rætt og rímuligt.