Heini O. Heinesen
????????????????
Tá Jørgen Niclasen reisir í millum lond at greiða útlendingum frá um føroysku fiskidagaskipanina og billar teimum inn, at tað er fiskidagaskipanini fyri at takka, at tað er so nógvir fiskur undir Føroyum, so er hetta ikki allir sannleikin.
Hetta er beinleiðis at føra onnur lond í óføri, um hann ikki greiðir teimum frá, hvussi vit hava skipað landgrunnin við økisfriðingum síðani 6. január 1994.
Fiskidagar er ikki nakað nýtt fyribrigdi, tað hevur verið brúkt í mong ár í samband við rækjufiskarí. Hetta er bert ein annar formur fyri at rokna rættindini til fisk út uppá, í staðinfyri kvotur. Fiskidagarnir vóru settir inn í lógina um »vinnulgan fiskiskap« á sumri 1996. Tað var eitt samt løgting, sum tók undir við fiskidøgnum.
Fiskidagar skapa ongan.
Økisfriðingar skapa fisk á sama hátt sum bøurin framleiðir græs. Hetta er prógvað við sjeytumma seymi. Friðingarnar komu í gildi 6. január 1994, longu í 1996 var ørgrynna av fiski. Tað skal tó skoytast uppí her, at gítingarfriðingar vóru settar í gildi framanundan. Tað ongantíð í søguni verið so góður fiskiskapur í so nógv fylgjandi ár, sum seinastu 10 árini.
Skittfiskabátarnir vóru betaltir út av føroyska landgrunninum í 1997. Hetta hevur eisini gjørt at toska- og hýsistovnurin er betri fyri. Herafturat er partrolaraflotin minkaður við einum triðingi, og hevur í størsta mun fiskað upsa, síðan økisfriðingarnar komu í gildi. Grein 28 í lógini (prosentbýti) skuldi eisinni verða ein trygd fyri at allir partar av flotanum høvdi ein møguleika.
Fara nú at billa øðrum londum inn, at tað er fiskidøgnum fyri at takka, at fiskarríið hevur verið so gott seinastu 10 árini, er beinleiðis villleiðandi.
Tann størsta hóttanin higartil hevur verið tann ágangur, sum Jørgen Niclasen við sínu umsiting hevur framt í móti einari fyrimyndarligari skipan, sum var sett í gildi 1994.










