Fiskidagamarknaður skal stovnsetast

Nýhugsan á vinnuliga økinum kann geva okkum øllum eina betri vælferð.

Í tíðindabrævinum frá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe, ið kom út miðan desember 2003, varð enn einaferð staðfest, at skatturin í Føroyum er nógv hægstur. Víst verður á, at meðalskatturin í Europa er 19,5% fyri eina inntøku á 250 tkr., meðan vit í Føroyum rinda 40,1% av somu upphædd. Nærmast okkum liggur - ikki óvanta - Danmark, men rindar ein dani uml. 25 tkr. minni av somu upphædd.
Vit skulu sjálvandi rinda skatt, um vit vilja varveita vælferðarskipanirnar, men vit áttu eisini at sett okkum sjálvum spurningin, hvussu nógvan skatt hvør einkultur av okkum skal rinda fyri hesar skipanir. Annar spurningur er, um vit ikki eru ov fá, ið rinda til vælferðarsamfelagið. Kundu vit arbeitt fram ímóti at breiðka skattagrundarlagið ?
Vit hava møguleika fyri at seta á stovn ein Fiskidagamarknað, sum eitt komandi Vinnumálaráð skal umsita - eftir at miðfyrisitingin er umskipa og løgd í fastar karmar - og soleiðis kunnu vit virka fram ímóti øktum inntøkum, og soleiðis lækka persónliga skattin, samstundis sum vit útvega pening til at varðveita og menna vælferðarskipanirnar.
Eitt óbrúkt loyvi - ella fiskidagar - fella aftur til fiskidagamarknaðin, sum síðan kann lata øðrum rættindini at brúka, um tað er í tráð við yvirskipaða fiskivinnupolitikkin. Fiskiloyvi fáa vinnufør fólk brúksrætt til, og verður tað bert sjálvt brúkið av loyvinum ið avgerð, hvør kann sita við loyvinum.
Sjálvsagt skal vissa fáast fyri, at fiskiloyvi verður til júst teirra skip ár um ár, so leingi skipið er í vanligum rakstri. Eitt gjald - brúksgjald - verður kravt fyri loyvi. Tílíkt gjald vil økja um inntøkurnar hjá landskassanum, og samstundis vil tað staðfesta, at fiskiríkidømið er ogn hjá okkum øllum, og ikki hjá tí einstaka. Tá tú rindar eitt avgjald fyri loyvi, er tað prógv um, at tú ikki eigur tað, og kann tú tískil ikki sjálvur umseta tað.
Umsetingin av fiskiloyvum og óbrúktum fiskidøgum fer at fara fram gjøgnum Fiskidagamarknaðin, men nú skipa og uttan spekulatión.
Ein tílík loysn vil geva okkum ein meira greiðan og rættvísan fiskivinnupolitikk. Hon vil eisini hjálpa til, at ungir virkisfýsnir menn, sum vilja sleppa framat í vinnuni, fáa lættari atgongd hertil, tí at teir framyvir bert skulu fíggja sjálvt rakstrartólið (skipið), og ikki sum nú, bæði skip og ovurhonds dýr fiskiloyvi.
Eg eri av teirri áskoðan, at skulu vit gera broytingar á hesum øki, soleiðis at vit øll kunnu fáa gagn burturúr, er neyðugt at hava dyrvi til at fremja týðandi broytingar, heldur enn altíð at leggja eftir lægsta felagsnevnara. Fremja vit ikki týðandi broytingar, vil búðskapurin fáa trupult við at hanga saman komandi árini, og vil trýsti á vanliga skattgjaldaran sostatt bert økjast.
Tí er neyðugt at fáa nýhugsan innan politisku leiðsluna. Neyðugt er at seta sær langtíðarmál, heldur enn bert at hyggja til dagin ímorgin. Neyðugt er at fáa eina politiska leiðslu, ið kann skapa arbeiðsfrið aftur - bæði innanhýsis, og mótvegis útheiminum - soleiðis at vit kunnu brúka orkuna meira uppbyggjandi.