Sigast má, at talan er um eitt flott avrik av Javnaðarflokkinum, tá hugsað verður um, at flokkurin hevur sitið í samgongu við m. a. Fólkaflokkinum. So langt, so gott! Spurningurin í løtuni er: Hvat so?
Næsta stigið eigur at verða at seta ein almennan fiskidagabanka á stovn. Hesin skal selja allar fiskidagar og kvotur á uppboðssølu, har øll hava sama møguleika at bjóða. Fiskidagabankin skal tó ikki virka fult út fyrr enn í 2018, tá øll tey uppsøgdu fiskiloyvini fella aftur til landið. Tað hevur tó tydning, at tann politiska skipanin meldar klárt út longu nú, soleiðis at vinnan hevur goða tíð til at innrætta seg eftir nýggju kørmunum.
Tað er ikki rætt at broyta verandi skipan frá degi til dags. Tað vildi verið ábyrgdarleyst. Vinnan hevur tillagað seg til galdandi skipan og gjørt stórar íløgur í vinnutól og fiskirættindi undir teimum treytum, sum verandi skipan setir. Tí má vinnan hava tillagingartíð.
Tað er ikki rætt, sum m.a. tann annars skilagóði fráfarandi formaðurin í Reiðarafelagnum ber fram í Dimmalætting, at ein fiskidagabanki fer at tyngja raksturin hjá hvørjum einstøkum skipi. Skipanin, vit hava í dag, hevur longu eitt gjald fyri fiskirættindi, gjaldið fellur bara ikki til landskassan, men til privata seljaran av fiskirættindunum. Tí vil ein almenn søla av okkara fiskatilfeingi ikki tyngja raksturin hjá hvørjum einstøkum skipi. Munurin verður, at fiskatilfeingið skal keypast frá landinum heldur enn frá privata seljaranum.
Verandi skipan skuldarbindur vinnuna óneyðuga nógv. Fiskirættindini verða seld fyri milliónaupphæddir, sum oftast verða fíggjað við lántøku. Hetta hevur við sær, at føroyski fiskimaðurin ongan møguleika hevur at vera við í kappingini um fiskirættindini. Eisini hevur tað við sær, at váðin er stórur og at fleiri reiðarí rinda millióna upphæddir í rentuútreiðslum árliga. Um illa vil til, kann skuldarbindingin máa støðið undan vinnuni. Við einum fiskidagabanka fara loyvini einans at verða seld fyri eitt stutt tíðarskeið í senn, og tí verður váðin ikki so stórur, og í flestu førum verður ikki neyðugt við lántøku. Vinnan fer sostatt at spara tær rentuútreiðslur, sum hon í dag hevur í samband við lántøku til keyp av fiskiloyvum.
Ein annar vansi við verandi skipan er, at hon ikki í nóg stóran mun eggjar til kapping. Tískil er produktiviteturin og effektiviteturin í vinnuni ikki so stórur, sum hann kundi verið. Við einum fiskidagabanka verður kapping um rættindini. Hetta eggjar einstaka skipinum til at økja um produktivitetin og effektivitetin fyri at fáa hendur á fiskirættindunum.
Verandi skipan hevur eisini við sær, at fiskiloyvini verða meira og meira miðsavnað á fáum hondum - nevniliga hondunum hjá tí kapitalsterka, og ofta er talan um útlendskar hendur. Kappingin fer at tálma miðsavnanini. Tað verður tískil heldur dugnaskapur enn kapitalur, sum ger av, hvør vinnur kappingina. Vanligi, raski, føroyski fiskimaðurin fær hervið somu møguleikar sum eitt nú tann kapitalsterki at ogna sær rættindini til tilfeingið.
Fráfarandi formaðurin í Reiðarafelagnum førir eisini fram í Dimmalætting, at ein almennur fiskidagabanki fer at hava við sær, at hvør fiskimaður skal gjalda fyri at sleppa til arbeiðis. Hetta er heldur ikki rætt! Reiðarafelagið hevur altíð roynt at seta eitt líkheitstekin millum reiðararnar og fiskimannin. Reiðarin og fiskimaðurin hava ikki somu áhugamál, eins og Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini ikki hava sama áhugamál.
Ein fiskidagabanki fer ikki at leggja nakað gjald á fiskimannin, men bara á keyparan (reiðaran) av fiskatilfeinginum. Tá Jákup Sólstein setur líkheitstekin millum fiskimannin og reiðaran við at siga, at ein almenn søla av fiskatilfeinginum hevur við sær eitt gjald á fiskimannin, so má hann eisini seta líkheitstekin millum fiskimannin og reiðaran undir verandi skipan. Tí kundi ein spurt Jákup Sólstein, um vanligi raski fiskimaðurin hevur fingið nakran pening burturúr, tá reiðarin seinastu árini hevur selt fiskiloyvi fyri milliónaupphæddir.
Ein fiskidagabanki hevði verið ein skipan, sum umframt økta kapping eisini hevði givið meira støðug viðurskifti fyri vinnuna, har fyrst og fremst tann dugnaliga varð tryggjaður møguleika at fáa fiskidagar, og hevði hetta verið ein stórur fyrimunur fyri fiskivinnuna. Sjálvsagt síggja nakrir av verandi eigarum eina ávísa hóttan í, at teir skulu verða dugnaligari enn kappingarneytarnir fyri at varðveita síni fiskirættindi, og at nýggir reiðarar kunnu keypa fiskirættindi frá tí almenna í staðin fyri frá verandi ”eigarum”. Hetta er til at skilja, men tað er neyðugt, at okkara fiskivinnupolitikkur verður skipaður soleiðis, at øll, sum vilja og duga, hava møguleika at virka í fiskivinnuni, og at fiskivinnan kemur okkum øllum til gagns.