Fiskavirking væntar avlop í ár

Faroe Seafood hevði 45 milliónir krónur í halli í fjør, men gongdin higartil í ár bendir á, at felagið fer at hava avlop í 2009 Faroe Seafood hevur havt aðalfund í dag. Í et nari fráboðan frá fundinum sigur felagið, at eftir eitt sera tungt ár í fjør er felagið komið á rætta kós.

Átøk hava verið sett í verk seinastu mánaðirnar, sum hava við sær betri lønsemi. Hesi fevna millum annað um at fáa virksemið at virka soleiðis, at fyrimunirnir av at hava eina samanhangandi virðisketu frá veiðu, framleiðslu og sølu koma fyritøkuni til góðar.

Samstundis hava prísir á marknaðunum og oljuprísirnir higartil verið til vildar.

Hetta kemur fyritøkuni væl við eftir óvanliga torføra árið 2008.

Sagt verður, at árið í fjør var merkt av, at fyritøkan vegna tørvandi gjaldføri hevði avmarkaðar møguleikar at virka. Støðan gjørdist ikki betur av, at søguligt høgir oljuprísir stungu seg upp. Seinra hálvár var vánaligur fiskiskapur, og haraftur at kom altjóða figgjarkreppan.

Ársúrslitið fyri 2008 gjørdist eitt hall uppá slakar 45 mió.kr. Nù 6 mánaðir eru farnir av 2009, sær heldur betur út, og væntar felagið at hava avlop í ár.

Á aðalfundinum vórðu broytingar framdar í nevndini. Richard Mortensen boðaði frá, at

hann ikki ynskti afturval. Felagið og eigarnir takka honum fyri eitt gott arbeiði undi torførum umstøðum. Nevndin sær nú soleiðis út: Anfinnur Olsen, formaður, Eyðun Olsen, næstformaður, Jónsvein Knudsen, Jakob Bjarnason og Kristoffur Laksá.