Fiskar stórur húkur størri fisk?

Havstovan hevur fingið stuðul úr grunninum “fiskivinnuroyndir” at kanna eftir, um ymiskar húkastøddir hava nakra ávirkan á, hvussu støddarbýtið er í línuveiði. Royndir verða samstundis gjørdar við ymiskum sløgum av agni.

Sigvald Kristiansen, verkætlanarsettur á Havstovuni, sigur, at hetta er ein lutfalsliga lítil verkætlan, men tað ger ikki, at hon er minni áhugaverd fyri tann skuld. Tað er Jákup Reinert, sum er verkætlanarleiðari, meðan uppgávan hjá Sigvaldi er at vera millumlið millum útróðrarbátin, sum ger royndirnar og Havstovuna.

Sigvald sigur, at tað er útróðrarbáturin Tóra í Nólsoy, sum Rúni og Bárður Poulsen eiga, ið ger royndirnar fyri Havstovuna.

- Roynt verður við trimum ymiskum húkastøddum, nummrunum 10, 12 og 13, og síðan verður roynt við fýra ymiskum sløgum av agni, høgguslokki, makreli, sild og gággu.

Hann vísir á, at vanliga húkastøddin, sum stállínuskipini brúka, er húkur nummar 12. Vanligt er, at útróðrarbátar hinvegin brúka húkastøddina nummar 10.

- Nú skulu hesar royndir fyrst fáast frá hondini, og síðan skulu úrslitini viðgerast av eitt nú fiskifrøðingum. Fyrr enn tølini eru viðgjørd, er trupult at siga nakað ítøkiligt um, hvussu royndirnar hava verið.

Sigvald Kristiansen sigur, at best hevði verið, um royndirnar vórðu gjørdar ymiskar tíðir av árinum, tí ivaleyst vilja menn halda, at ymiskt er, hvør fiskur – og hvør fiskastødd – tekur línu ymisku árstíðirnar.

- Í hesum umfari verða royndirnar so gjørdar nú í heyst, men tað verður áhugavert at síggja, hvør ábendingin verður, tá taltilfarið er viðgjørt, sigur Sigvald Kristiansen.