Bæði í gjár og í dag hava prísirnir á toski og hýsu á Fiskamarknaði Føroya verið lægri, enn teir annars hava verið í longri tíð. Í morgun hevur Fiskamarknaður Føroya selt 76,5 tons av fiski fyri tilsamans 839.000 krónur.
Umleið 33 tons vóru av toski, mest av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 14,51 krónur fyri kilo. Næst mest var av toski 4, sum fekk miðalprísin 10,70.
Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa, umleið 26 tons tilsamans. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 9,03 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera vánaligur hýsuprísur.
Hýsa 3 fór fyri einans 7,98 krónur í miðal fyri kilo.
Eini 9 tons vóru av longu, og her var besti miðalprísurin 11,46.
Heldur ikki í dag vóru nakrar nøgdir av upsa seldar á Fiskamarknaði Føroya.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í morgun 10,97 krónur fyri kilo, sum man vera ein hin lægsti í longri tíð.