Fært tú eins nógvar omega-3 feittsýrur, sum ein miðal japanskur borgari fær, minkar vandin fyri æðrakálking og hjartasjúkum munandi.
Tað vísir ein nýggj vísundalig kanning, sum tíðarritið Heart hevur kunngjørt.
Tilburðirnir av kálking í hjartapulsæðrini, sum føra til hjartasjúkur, eru munandi lægri millum japanskar borgarar enn millum fólk í øðrum ídnaðarsamfeløgum, eitt nú USA.
Eta meira fisk
Gransking vísir, at munurin millum fólk í Japan og í øðrum ídnaðarsamfeløgum ikki er genetisk. Hinvegin er hin mest sannlíka frágreiðingin hon, at fólk í Japan fáa munandi fleiri omega-3-feittsýrur úr fiski.
Í miðal etur ein japanskur borgari út við 100 gram av fiski um dagin, meðan talið fyri eitt nú ein amerikanskan borgara bert liggur millum 7 og 13 gram um dagin.
Ein granskingarbólkur, sum var mannaður við japanesarum og amerikumonnum, hevur fylgt 175 japanskum og 113 amerikanskum monnum í fimm ár. Her vórðu ymiskir vágafaktorar, sum kunnu føra til hjartasjúkur, kannaðir, eitt nú royking, høgt blóðtrýst og nøgdin av sukur í blóðinum.
100 prosent størri
Kanningin vísir, at amerikansku menninir vóru í tríggjar ferðir so stórum vanda fyri kálking í hjartapulsæðrini sum japansku menninir. Haraftrat var innihaldið av omega-3 feittsýrum í blóðinum meiri enn 100 prosent størri millum japansku menninar, sum vóru við í kann-ingini.
www.helse.dk skrivar, at best hevði sjálvsagt verið, um kanningin var enn meira umfatandi og hevði havt kvinnur við, soleiðis at granskararnir við størri vissu kundu sagt, at úrslitið er galdandi fyri bæði kynini.
Fyribils ábendingarnar eru tó, at fólk í okkara parti av heiminum í størri mun eiga at eta fleiri lívsneyðugar feittsýrur, enn vit gera í dag, og tað er at vóna, at granskað verður enn meiri á hesum øki.
Lívstýdningarmikið
Omega-3 feittsýrur eru lívsneyðugar eins og vitaminir. Tá likam okkara ikki kann framleiða hesar, skulu vit hava tær við matinum.
Feitur fiskur hevur meira av omega-3 enn fiskur sum er rak, men feitur fiskur er oftast eisini meira dálkaður. Haraftrat kemur, at villur fiskur hevur fleiri omega-3 enn aldur fiskur. Ein effektivur háttur at tryggja sær nóg mikið av feittsýrum er við fiskaolju, har tú kanst vera vísur í nøgdini av omega-3.
- Tú eigur at velja tær reinsaða og kontrolleraða fiskaolju, sum ikki er dálkað við tungmetallum og klori er vegleiðingin hjá www.helse.dk