Fiskaklettur fríðkar fiskiflotan

Nýggjasta farið í fiskiflotanum er einki minni enn eitt vælaverk frá Tórshavnar Skipasmiðju. Fiskaklettur varð latin eigarunum leygardagin

Tað var ein stórur dagur á Tórshavnar Skipasmiðju leygardagin. Hóast kalligt so sá sólin, tá gumman Bjørg Kass í vøkrum føroyskum tjóðarbúnað tveitti sjampanjufløskuna móti nýmálaðu og jomfrúuligu skipssíðuni. Fiskaklettur er navnið á nýggjasta farinum í føroyska fiskiflotanum. Ein trolbátur, sum góðu handverkararnir á Skipasmiðjuni hava smíðað nú í fleiri mánaðir. Reiðarin Bjarni Kass er vælnøgdur við nýggja bátin, sum hevur kostað umleið 13 mill. kr., og sum fer til fiskiskap 1. juni. Hann skal fiska fyri umleið 7,5 mill. kr. fyri at svara hvørjum sítt. Tað heldur reiðarin man fara at ganga við verandi prísum og fiskidøgum. Undir hátíðarhaldinum á bryggjuni segði stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Gunnar Mohr seg vóna, at eigararnir fóru at vera nøgdir við skipið, tí nærløgdu handverkararnir høvdu gjørt sær stóran ómak at fáa skipið liðugt til tíðina og at lata úr hondum eitt vælaskip. -Tað haldi eg trygt kann siga, at hetta skipið er segði Gunnar Mohr, sum legði dent á, at fyri føroyskt skipasmíð hevur tað eisini nógv at siga, at vit kunnu halda førleikan við líka at smíða smærri skip eisini. (Lesið reportasjuna frá stóru løtuni í Vinnusíðunum týsdagin.)