Ferðavinna
Suðuroy: Ferðavinnan í Suðuroy mennist alsamt. Alt hetta sæst aftur í, at tað verður alsamt skipa fyri fleiri og fleiri tiltøkum í Suðuroy.
Og hetta vikuskiftið verða ikki færri enn trý forvitnislig tiltøk á skránni, har tað bæði verður farið á sjógvin og í fjøllini.
Søgulig gonguferð
Hetta ferðavinnu-vikuskiftið í Suðuroy byrjar leygarmorgunin við gonguferð úr Trongisvági til Fámjins.
Í tí sambandi koyrir bussur av Kunningarstovuni í Gamla Skúla í Vági kl. 10.00 leygarmorgunin og av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.30. Koyrt verður til kolanámini í Rangabotni, har gongutúrurin byrjar.
Gingið verður undir Gluggunum, um Oyrnaskarð og til vakra Kirkjuvatn. Eftir loknan gongutúr verður koyrt við bussi úr Fámjin til ávikavist Kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági. Gonguferð og bussferð kosta tilsamans 100 krónur fyri hvønn.
Annars verður skipað fyri gonguferð hvønn leygardag og tá ið liðugt er, hava tey, sum við eru, gingið Suðuroynna á tamb, úr suðuri í norð, úr eystri í vest.
Staðkend heimildarfólk eru við á hvørjari gonguferð.
Mælt verður til at hava heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, matpakka og ein drekkamunn, við. Tey, sum hava møguleika til tað, skuldu eisini havt kikara og eitt kort yvir økið við.
Í fjørðin við Johonnu
Leygarkvøldið verður so møguleikin at sleppa í fjørðin við søguligu sluppuni Johonnu. Tann fiskitúrurin byrjar leygarkvøldið klokkan 19 og varar í einar 2-3 tímar.
À Johonnu eru 8 - 9 snøri, men tey, sum vilja royna fiskieydnuna við tráðu kunnu sjálvandi taka hana við.
Kunningarstovurnar siga, at skiparin veit um okkurt gott fiskimið í Vágsfirði, so tað skuldi borið til at fingið nakrar fiskar.
Fiskitúrurin kostar 50,- fyri vaksin, men fyri børn er túrurin ókeypis.
Aftaná ferðina hevur Stóra ppakkhús opið til klokkan 1 leygarkvøldið. Har verður tónleikur og okkurt fæst eisini til keyps.
Eygleiða fuglar í Akrabergi
Seinasta tiltakið hetta vikuskiftið verður sunnudagin kl. 19.00. Tá verður farið í hagan í Akrabergi at hyggja eftir fugli. Hetta er ein lættur túrur, sum tekur umleið hálvan annan tíma.
Aksal Poulsen er staðkendur frásøgumaður á túrinum og tað skuldi borga fyri einum forvitnisligum túri, tí fa vita so nógv um fuglalív, sum hann.
Bussur fer av kunningarstovuni í Vági kl. 19.00. Bussurin koyrir aftur til Kunningarstovuna tá heiðatúrurin er liðugur.
Hesin túrurin kostar 50 krónur fyri hvønn tá ið busskoyringin er við.
Kunningarstovan sigur, at tað er avgjørt hent at hava kikara og eina fuglabók við. Og so er tað nokk heldur ikki so býtt at hava ein drekkamunn við, tí hann er altíð góður at fáa eitt góðveðurskvøld í haganum.
Í Akrabergi er nógvur fuglur, tí tað er oftani her, at hann fyrst nemur land. men har sæst eisini týðiligt, hvar tey hava skorið torv.
Hesin túrurin kostar 50 krónur.
Fólk kunnu melda seg til øll hesi tiltøkini á Kunningarstovuni í Vági á telefon 374342 ella 284342, innan fríggjdagin 2. juli kl. 16.00, ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 ella á 284480. Men tilmelding til fuglatúrin er bara í Vági.
Seinasta freist at melda til økini er í morgin, fríggjadagin, kl 16.00.