Fiska eina millión tons ov nógv

Svartkjafturin er væl fyri, men veiðitrýstið er alt ov høgt, sigur ICES í nýggjasta tilmæli sínum. Felagsskapurin mælir til, at fiskiskapurin verður minkaður munandi

Svartkjaftur
 

 Svartkjafturin er væl fyri, men veiðutrýstið alt ov stórt.
Tað sigur altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES.
Hann hevur akkurát nú almannakunngjørt sínar nýggjastu metingar av støðuni hjá svartkjaftastovninum. Og ICES hevur eisini gjørt síni tilmæli um fiskiskapin næsta ár. 
ICES sigur, at stovnurin er so væl fyri, at hann er fult førur fyri at framleiða góða tilgongd.
- Men veiðitrýstið er tó alt ov høgt, og stovnurin verður ikki troyttur burðardygt.
Rannsóknarstovnurin sigur, at seinastu tíggju árini hevur tilgongdin verið størri enn áður. Men nú eru ábendingar um, at 2005-árgangurin er minni aftur.
Í 2005 var heildarveiðan eftir svartkjafti næstan tvær milliónir tons.
Strandalondini samtyktu fyri nógvum árum síðani at seta eina langtíðar ætlan í verk fyri, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skuldi stýrast í samsvari við tilmælini hjá ICES.
Men tað hevur verið trupult at fingið semju um, nær og hvussu hon skal setast í verk. Í 2005 fekst tó semja í lag, har mest loyvda veiðan er hægri enn tað, sum ætlanin annars leggur upp til. Men so skal mest loyvda veiða minka 100.000  tons um árið, til veiðutrýstið er komið niður á eitt hóskandi
støði.
ICES fagnast um, at ein avtala er gjørd, men metir ikki, at avtalan ímillum strandalondini um at minka mest loyvdu veiðuna 100.000 tons í mun til, er burðardygg.
Ístaðin mælir ICES til, at veiðan næsta ár í mesta lagi verður 980.000  tons. Men eftir avtaluni, sum nú er, verður mest loyvda veiðan næsta ár heili 1,9 milliónir tons ella meiri enn eina millión tons meiri enn ICES heldur vera  ráðiligt.