Formil 1
Gitingar hava verið frammi um, at hetta fór at vera síðsta kappingarár, ið Renault var í formil 1. Hesar gitingar vóru skeivar. Eisini hava gitingar verið frammi um, at liðstjórin Flavio Briatore ikki fór at vera stjóri komandi ár. Hetta komst fyrst og fremst av, at Alonso, ið hevði Briatore sum umboðsmann skifti frá Renault, tá Mark Webber, ið Briatore eisini umboðar, ikki gjørdist avloysari hjá Alonso, vóru tað fá, ið ivaðust í, at nú fór Briatore at gevast. Men hetta verður heldur ikki sum væntað. Tí Briatore hevur almannakunngjørt, at hann verður verandi liðstjóri í tvey kappingarár afturat. Í 2007 í sama leikluti sum higartil, men í 2008 letur hann nakað av arbeiðinum frá sær til avloysaran í stjóra starvinum.
Renault kunngjørdi somuleiðis, hvørjir bilførarar koyra fyri liðið komandi kappingarár. Giancarlo Fisichella heldur fram, men tekur nú ivaleyst leiklutin sum fyrstikoyrari í liðnum. Afturat sær hevur hann finska koyraran Heiko Kovalin, ið higartil hevur verið royndarkoyrari fyri Renault.