Fishing News vitjar

Altjóða fiskiblaðið Fishing News International hevur ein bás á North Atlantic Fish Fair. Og tey lata væl at vitjanunum Fyritøkur av alskyns slagi eru við á North Atlantic Fish Fair. Ein av teimum útlendsku av slagnum er fiskiblaðið Fishing News International.

Blaðið verður selt um allan heim, men hevur kortini bert eitt upplag upp á 6000 eintøk. Blaðið kemur út einaferð um mánaðin.

Blaðið hevur høvuðssæti í London, men hevur blaðfólk víða um. Fishing News International hevur verið til í eini 30 ár.

- Vit eru við á nógvum messum um meginpartin av heiminum. Vít vóru við á messuni í Brussell, og vit eru við her. Um 14 dagar vera vit við á einari messu í Glascow, greiðir marknaðarleiðarin, Marie Connolly, frá.

Hon sigur, at tey hava fleiri haldarar í Føroyum, og at tey hesar dagarnar hava fingið fleiri nýggjar haldarar. Fiskivinnan hevur so stóran týdning í Føroyum, og tað er eisini orsøkin til, at blaðið er við á messuni.