Fisherman's Friend varnaðist Aksel V. Johannesen

Tað er eftir øllum at døma ikki farið fram við borðinum hjá Lofthouse of Fleetwood í Lancashire í Onglandi, at Aksel V. Johannesen, fyrrverandi løgmaður, brúkti ein pakka av Fisherman's Friend í einum videobroti undir valstríðnum.

Lofthouse of Fleetwood, ið framleiðir Fisherman's Friend, hava tí biðið fyrrverandi løgmann um eina mynd av honum við einum pakka av Fisherman's Friend, sum sæst á myndini omanfyri.

- Í valstríðnum keypti eg mær ein pakka av Fisherman’s Friend í Klaksvík, sum eg brúkti í einum videobroti, har eg greiddi frá nøkrum av positivu broytingunum í fiskivinnuni. Síðan er tað komið fyri oyruni á framleiðarunum í Fleetwood, at føroyski løgmaðurin brúkti Fisherman’s Friend í valstríðnum. Tí hava tey heitt á meg um at fáa eina mynd, skrivar Akselv V. Johannesen á Facebook.

- Nú eg ikki eri løgmaður longur, havi eg endiliga stundir til at brúka mínar viðføddu eginleikar í lýsingavinnuni. 

- Lønin var tvær eskjur av Fisherman’s Friend. Um onkur vil hava ein pakka, so siga tit bara frá. 

 Fleetwood er ein fiskivinnubýur í Lancashire í Norðuronglandi. Størsti arbeiðsgevari í býnum er Lofthouse of Fleetwood, ið hevur um 280 fólk í starvi.