Fish Fair: Smyril endurtekur vælumtóktan rundtúr

Á hvítusunnu fer Smyril at sigla Føroya land og ríki runt og norðoyingar fáa eitt heilt serligt tilboð Síðstu páskir gjørdi Smyril eina sera væleydnaða ferð runt alt landið við einum 900 ferðafólkum.

Og nú á Hvítusunnu fer Smyril at gera eina slíka rundferð afturat.

Tað sigur Heini á Borg á Strandferðsluni, sum eisini førir seg fram á Fish Fair.

Í hesum sambandi er ætlanin at geva norðoyingum eitt heilt serligt tilboð.

Heini á Borg á Strandferðsluni, sigur, at ætlanin er at bjóða norðoyingum at fara til Suðuroyar við bili leygarmorgun, hvítusunnuaftan, 26, mai. Síðani ber til at fara rundferð í Suðuroy og fara umborð aftur at gista.

Tað ber eisini til at fara suður um kvøldið og gista umborð fyri at fáa alla ferðina við.

Fyrsta hvítusunnudag fæst morgunmatur við í tilboðnum.

Sjálv rundferðin byrjar klokkan níggju um morgunin tá ið Smyril loysir av Krambatanga.

Síðani verður siglt runt Suðuroy og til Havnar, har fleiri ferðafólk kunnu sleppa við.

Á miðdegi verður lagt av aftur Havnini og síðani verður siglt runt Føroyar. Hvønn veg leiðin gongur, veldst um, hvussu veðrið er tann dagin, tí siglt verður bara eftir veðrinum.

Heini á Borg sigur, at umborð, verður stór buffet, eins og tann fínara matstovan verður opin.

À ferðini verður eisini skipað fyri undirhaldi til børnini.

Samstundis verður eisini skipað fyri, at ferðafólkið sleppur upp á brúnna og niður í maskinrúmið at síggja, hvussu alt sær út.

Tey, sum hava hug at síggja tað allarheilagasta umborð á Smyrli, skulu tekna seg til í móttøkuni á túrinum og so verður skipað fyri túrum fyri umleið 20 fólkum ísenn.

Ferðaseðlar til ferðína eru at fáa á Fish Fair, Strandferðslan heldur til á Suðuroyarbásinum, saman við fyritøkum úr Suðuroy.