Tað var nógv, sum vendi øðrvísi, enn tað varð roknað við, tá ið 5-mannaførini við gentumanningum kappaðust í finaluróðrinum á Havnarvág.
Í FM kappingini var talan um finalu millum Silju úr Fuglafirði og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag, sum undan róðrinum høvdu sama stigatal. Silja endaði frammanfyri Drekan, og harvið vóru tað genturnar í Fuglafirði, sum vunnu FM heitið.
Men tað vóru hvørki Silja ella Drekin, sum vóru við í kappingini um sigurin á ólavsøku. Silja endaði á fimta plássi, og Drekin varð nummar seks.
Hesa ferð var tað Firvaldur av Tvøroyri, sum var við fyri fyrstu ferð, ið var fyrstur á mál. Firvaldur var næstur Molanum, og størstu kappingini fekk hann frá gula Spógvanum av Glyvrum, sum lá næst Tinganesi. Á málinum var Firvaldur skutin undan Spógvanum.
Eitt lítið vet aftanfyri Spógvan var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum harvið vann bronsu bæði í ólavsøkuróðrinum og í FM kappingini. Soleiðis sum gongdin var í dag, so varð tað heilt tætt í FM kappingini. Silja vann FM við 39 stigum, Drekin vann silvur við 38 stigum, og Fípan Fagra vann bronsu merkini við 37 stigum.
1 | Firvaldur | 04:52.11 | ||
2 | Spógvin | 04:53.13 | ||
3 | Fípan Fagra | 04:53.20 | ||
4 | Jallurin | 04:54.04 | ||
5 | Silja | 04:54.24 | ||
6 | Drekin | 04:59.05 | ||
7 | Sílið | 05:01.21 | ||
8 | Ørnin | 05:06.11 |
1 | Silja | 39 | ||
2 | Drekin | 38 | ||
3 | Fípan Fagra | 37 | ||
4 | Jallurin | 30 | ||
5 | Blikur | 17 | ||
6 | Spógvin | 17 | ||
7 | Firvaldur | 7 | ||
8 | Sílið | 7 | ||
9 | Ørnin | 5 |