Tað endaði soleiðis í dag, sum tað eisini gjørdi í Hvalvík og Klaksvík, tá ið gentubátarnir kappaðust á Skálafjørðinum.
Firvaldur av Tvøroyri var fyrstur um málið, men tað leyp ógvuliga lítið av. Allan teinin av Glyvrum og út á málið við havnarskrivstovuna, var Falkur úr Hósvík ógvuliga treiskur. Hesir báðir bátarnir løgdu seg beinanvegin framum hinar, og har vóru teir alla tíðina. Báran úr Hvalvík/Streymnesi hevði hug at bjóða av og vann triðja plássið, men tað var millum tær av Tvøroyri og tær úr Hósvík, at kappingin um fremsta plássið stóð.
Eina løtu sá tað út til, at Firvaldur av álvara fór at leggja sjógv millum seg og avbjóðaran. Tað var næstan leyst, tá ið farið varð undir endaspurturin. Tá varð tað aftur spennandi, tí tær á Falkinum vístu seg at hava nógvar knotur. Munurin minkaði og minkaði, og tá ið bátarnir fóru um málið var fjarstøðan umleið eitt hálvt sekund.
1 Firvaldur 05:25:13
2 Falkur 05:25:23
3 Báran 05:29:19
4 Drekin 05:32:18
5 Havfrúgvin 05:36:10
6 Beinta 05:37:08
7 Pílur 05:40:13
8 Hulda 05:40:23
9 Sílið 05:41:21
10 Svalan 05:45:14
11 Kollur 05:52:00










