Stóra prískanningin hjá Sosialinum vísir, at bíligastu lágprísvørurnar eru tær hjá First Price. Av teimum 21 lágprísvørunum, sum vit kannaðu, var First Price bíligast 18 ferðir.
Í Sosialinum, sum kom út í gjár, er eisini ein samanbering av merkivørunum.
Eitt mistak var í prískanningini, sum var í Sosialinum mánadagin.
Tað snýr seg um handlarnar, sum í yvirlitinum eita Inn. Her skuldi av røttum staðið Samkeyp. Prísirnir eru heintaðir úr Inn á Grønlandsvegnum í Havn og úr Heygabúðini í Klaksvík, sum bæði eru partur av Samkeyp-samtakinum. Tað merkir eisini, at tá Inn verður umtalað í tekstinum, skuldi av røttum staðið Samkeyp.
Handlarnir, sum fyrr itu Inn, eru í dag antin partur av Á-samtakinum ella Samkeyp-samtakinum.
Vit biðja um umbering fyri misskiljingina.