Leygardagin 24. mars verður firmakapping í bowlinghøllini Broadway í Vági. Firmakapping verður skipað við innleiðandi bólkaspæli og hareftir endaumfari, hálvfinalu og finalu Tann 24. mars verður firmakapping í bowling í Bowlinghøllini í Vági. Fyritøkur, feløg, stovnar og onnur kunnu luttaka.
Á hvørjum liði skulu í minsta lagi verða tríggir spælarar, tað kunnu tó verða fýra spælarar á hvørjum liði, men tríggir spælarar spæla í senn og skiftast kann ikki út mitt í einum spæli.
Luttøkugjaldið er 300,- kr. fyri hvørt lið.
Venja nú
Tey lið, sum hava meldað seg til kappingina, og hava goldið luttøkugjald, kunnu longu nú venja til firmakappingina , tí í samband við kappingina er kostnaðurin fyri 1 bana í 1 tíma frá mánadegi til hósdag 120,- krónur. Vanligur prísur er 150,- kr..
Vinnandi liðið vinnur Cruiseferð (eina ferð til hvønn spælara) við Norrønu úr Føroyum, til Skotlands, Norra og aftur til Føroyar. Nummar tvey fær vinningar frá Føroya Bjór, umframt gávukort.
Tilmelding til firmakappingina fer fram á tlf. 374999 ella á e-mail bowling@email.fo í seinasta lagi 22. mars 2007.
Lesast kann eisini um kappingina á www.broadway.fo