Ein spennandi tíð stendur fyri framman, nú arbeiðið at leggja fipursamband inn til hvørt húsarhald í Føroyum tekur dik á seg. Í næstum fer NET eisini at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Fuglafjarðar kommunu.
- Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.
Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu.
- Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.
Lagt verður aftrat, at fipurbreiðband fer at kollvelta internettøknina, sum vit kenna til á verandi koparneti, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira.











