Fínteljing hev­ur áð­ur býtt um tjóð­veld­is­ting­menn í Klaksvík

Fyri 60 árum síðani var eisini dramatikkur í Klaksvík, tá atkvøðurnar vórðu fíntaldar

23 ára gamli Finnbogi Isaksen vann á 49 ára gamla Jóhann Simonsen í Norðoya valdømi í 1966. Tað var dramatikkur, tí valkvøldið stór Jóhann Simonsen at endurvinna sessin. Men í fínteljingini fóru Finnbogi Isaksen tvær atkvøður framum til 243 atkvøður. Sama dramatikkur sum hesaferð millum Jóhan Christiansen og Eirik í Jákupsstovu

Á løgtingsvalinum 8. november í 1966 hendi nøkulunda tað sama eftir fínteljingina, sum hesaferð, at tann tjóðveldismaðurin, sum valkvøldið átti tingsessin, misti hann eftir fínteljingina.

 

Valkvøldið 8. november í 1966 stóð Jóhann Simonsen til at endurvinna løgtingssessin, sum hann hevði hvat síðani 1954. Men tað vísti seg, at atkvøðurnar úr Norðdepli vórðu ikki taldar við valkvøldið, tá valið varð uppgjørt.

 

Tað vísti seg, at tann ungi útvarpsmaðurin, 23 ára gamli Finnbogi Isaksen (seinni Ísakson), hevði fingið 10 persnóligar atkvøður í Norðdepli, sum komu til sjóndar í fínteljingini, og tað var nóg mikið til at lyfta Finnboga Isaksen upp um atkvøðutalið hjá 49 ára gamla Jóhan Simonsen.

 

Eftir fínteljingina hevði Jóhann Simonsen 241 atkvøður, meðan Finnbogi Isaksen hevði 243 og var harvið valdur í Løgtingið sum yngsti tingmaður.

 

##med2##

 

##med3##

 

23 ára gamli Finnbogi Isaksen vann á 49 ára gamla Jóhann Simonsen í Norðoya valdømi í 1966. Tað var dramatikkur, tí valkvøldið stór Jóhann Simonsen at endurvinna sessin. Men í fínteljingini fóru Finnbogi Isaksen tvær atkvøður framum til 243 atkvøður. Sama dramatikkur sum hesaferð millum Jóhan Christiansen og Eirik í Jákupsstovu

Foríðan á 14. September eftir løgtingsvalið í 1966.

Greinastubbi í Sosialinum beint eftir valið.