Finskur fótbóltur byrjar aftur

Tað finska Fótbóltssambandið boðar í dag frá, at Veikkaus-deildin byrjar aftur 1. juli

Finska Fótbóltssambandið boðar í dag frá, at Veikkaus-deildin byrjar aftur 1. juli. Finska landskappingin hevur annars verið útsett eins og kring næstan alt Evropa.

Nú hevur finska Fótbóltssambandið sett sær fyri at byrja 1. juli. Kappingin heldur síðani fram til 21. novembur. Tað eru onkrar broytingar í leistinum, har eitt endaspæl er strikað, sum skal avgera eitt av evropesisku plássunum.

Tað eru 12 lið í bestu deildini og nú verður spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum. Síðani verður kappingin deild í tvey í miðjuni, og liðið spæla fimm dystir í endaspælinum. Her er møguleiki fyri, at endaspælið verður strikað um koronasmittan herjar aftur.

Meðan føroyskur fótbóltur byrjar leygardagin, so sleppa spælararnir í finsku feløgunum ikki at venja vanlig fyrr enn tíðliga í juni. Fótbóltssambandið hevur sett sær fyri, at feløgini fáa tríggjar vikur undir vanligum umstøðum at fyrireika seg í.