Finsku leyvurnar vunnu OL-gull í íshokki á fyrsta sinni

Kring alt Finnland er stórur fagnaður nú fyrsta OL-gullið í íshokki er vunnið

Liðítrótturin sum er finnum kærast er íshokki.

 

94 ár eru liðin síðani Finnland spældi sín fyrsta landsdyst í íshokki móti Svøríki á einari frystari tjørn í Helsinki. Tá tapti Finnland 1-8, men síðani tá hevur menningin bara gingið ein veg, og áhugin og undirtøkan fyri íshokki er risastórur í landinum við teimum túsundtals vøtnunum.

 

Klokkan seks í morgun finska tíð byrjaði olympiska finalan millum Finnland og russisku olympisku nevndina, ið russiska liðið má nevna seg fyribils.

 

Russar løgdu seg á odda í fyrstu periodu. Finnar javnaðu til 1-1 í aðru periodu, og tíðliga í triðu periodu skoraðu finnar sigursmálið.

 

I: 7.17 Mikhail Grigorenko (Nikita Nesterov, Nikita Gusev) pp. 1–0.

 

II: 23.28 Ville Pokka (Hannes Björninen, Atte Ohtamaa) 1–1.

 

III: 40.31 Hannes Björninen (Marko Anttila, Atte Ohtamaa) 2–1.

 

Aftaná 2-1 leiðslu-málið eydnaðist tað leyvunum (Lejoniit) at halda málið reint, og so kundi gleðisfagnaðurin brúsa, Finnland er olympiskur meistari í íshokki á fyrsta sinni nakrantíð.

 

Allastaðni kring Finnland verður OL-gullið í íshokki feira í stórum stíli. 

 

Liðskiparin, Valtteri Filppula skrivar finska íshokkisøgu. Hann er fyrsti og einasti finnin, ið hevur vunnið bæði Stanley Cup (NHL) við Detroit Red Wings í 2008, og sum eisini hevur vunnið olympiskt gull. 

 

Finnland vann olympiskt silvur í 1988 og í 2006, og olympiska bronsu í 1994, 1998, 2010 og í 2014.

 

Slovakia vann 4-0 á Svøríki í bronsudystinum. Svensku miðlarnir geva ilt av sær aftaná skrædlið fyri slovakum.