Finskar barnabøkur í bygd og bý

Hvønn dag hesa vikuna verður tiltakið fyri skúlabørnum í Havn

Tiltakið við finskum barnabókum hevur nú verið úti á fleiri bygdum. Hvønn dag hesa vikuna verður tiltakið fyri skúlabørnum í Havn, og verður tiltakið í Norðurlandahúsinum. Byrjað verður kl. 08.30 og endað umleið kl. 13.00 hvønn dag.

Hedvig Westerlund, teaterpedagogur og barnaregisørur, lesur upp úr finskum barnabókum, sum Sonja Schneider hevur umsett til føroyskt. Sonja er lærari, og hon hevur sjálv skrivað fleiri barnabøkur.

Skúlaflokkarnir í Tórshavn eru bodnir at koma í Norðurlandahúsið, meðan Hedvig og annað hvørt Sonja Schneider, Rakel Helmsdal ella Oddvør Johansen ferðast út á bygdaskúlunum við tiltakinum.

Bøkurnar eru serliga áhugaverdar innan økið fyri nýggja skúlaevninum handverk og list. Allar tríggjar bøkurnar eru serliga illustreraðar, og ein framsýning við plakatum, ljósmyndum og originalmyndum (originalmyndirnar tó einans í Tórshavn) verða rammurnar fyri upplesingini. Til ta einu søguna kunnu børnini hoyra finskan tónleik á floytu.

Tiltakið varir í uml. 1 skúlatíma og er fyri einum skúlaklassa í senn (tó á smábygdum ikki meiri enn 30 næmingum). Aftan á upplesturin fáa børnini høvi at tosa við Hedvig og hinar.

Allir fólkaskúlarnir hava fingið innbjóðing at vera við í tiltakinum, og skjótt varð fullteknað. Eftir tiltakið í Havn, verður farið út aftur á bygdaskúlarnar.

Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF), Norðurlandahúsið og Hedwig Westerlund hava fingið tiltakið við finskum barnabókum í lag.