Finska løgreglan hevur steðgað einum tangaskipi, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á ein kaðal í Eystrasalti millum Finnland og Estland.
Tað segði løgreglan í dag, sambært Reuters, á tíðindafundi við fleiri aðrar finskar myndugleikar.
Løgreglan og finska sjóverjan er farin umborð á skipið, og sjóverjan boðar frá, at tey hava tikið ræðið á skipinum og fara at sigla tað í finskan sjógv.
Tá Strandferðslan nærkaðist skipinum, sást, at tað ikki hevði akker uppi. Manningin á skipinum fekk boð um at reisa skipakkerini.
Her vísti tað seg, at akkerini vóru burtur, verður sagt.
Sambært finsku løgregluni er tað helst eitt akker frá tangaskipinum, sum hevur elvt til skaðan á streymkaðalin Estlink 2, sum fekk avbjóðing mikudagin.
Finska løgreglan sigur, at tey fóru umborð í nátt. Løgreglan kannar nú "álvarsliga sabotasju".
Hvussu stórur skaðin á streymkaðalin er, er ikki greitt enn.
Finska orkufelagið Fingrid upplýsti í fráboðan í dag, at skaðin á kaðalinum er lokaliseraður til tann partin av kaðalinum, sum liggur undir vatni í Finnska Flógvanum. Tað er eystasta víkin í Eystrasalti.
Estland boðaði hósdagin frá, at fleiri órógv hava verið á trimum samskiftiskaðalum í Eystrasalti millum Finnland og Estland.
Kannað verður nú, um tær báðar hendingarnar hava samband.
Oljutangaskipið, sum finsku myndugleikarnir eru farnir umborð á, eitur "Eagle S". Tað boðar finska sjóverjan frá. Skipið er skrásett í Cook oyggjunum, sum er eitt sjálvstýrandi nýsælendskt øki í Kyrrahavinum.
Bæði eigari av skipinum og manning verða kannað, siga finskir myndugleikar.
Finska tollvaldið heldur, at "Eagle S" virkar sum partur av sokallaða skuggaflotanum hjá Russlandi.
Tað er samansett av tangaskipum, sum sigla undir flagginum hjá øðrum londum enn Russlandi. Á henda hátt varðveitir Russland oljuútflutning sín hóast revsitiltøk.
/Ritzau/